Palle er útbúgvin sum sølumaður hjá Austin Reed Ltd í Danmark og Svøríki. Liðugur við hesa útbúgving bleiv hann kallaður inn til hertænastu hjá donsku sjóverjuni.
13. september 1978 byrjaði Palle á Søværnets Grundkursus í Auderød við eftirfylgjandi útbúgving á Søværnets Signalskole (SIS) á táverandi Flådestation København (Holmen). 23. november 1978 bleiv kósin eftir egnum ynski sett móti Føroyum. Her gjørdi hann seg lidnan við hertænastuna við at arbeiða sum signaloperatørur á Flåderadio Tórshavn (Marinestation Thorshavn). Síðan skrivaði hann undir sáttmála og helt fram at arbeiða í Føroyum.
Í 1985 var hann aftur á Søværnets Signalskole í eitt ár, har hann tók útbúgving sum hernaðarligur fjarritari við certifikati sum radiotelefonistur. Síðan fór hann aftur í starv á Marinestation Thorshavn.
Frá 1994-96 var hann í tænastu hjá Flåderadio Grønnedal í Grønlandi, og var hann m.a. á skeiði hjá Helikopter Information Service hjá Grønlandsfly í Nuuk. Frá Statens Luftfartsvæsen fekk hann "VHF-Radiotelephone Operator License For Ground Personnel.
Eitt tíðarskeið í 1997 arbeiddi Palle á Flåderadio Århus (Søværnets Operative Kommando).
Palle hevur hesi árini verið álitismaður og í eitt langt tíðarskeið eisini felagsálitismaður á sínum arbeiðsplássi. Hann hevur verið til øll neyðug skeið hesum viðvíkjandi , og umboðar hann í dag Søværnets Konstabelforening hjá Færøernes Kommando.
Á Føroya Handilsskúla hevur Palle tikið prógv í leiðslu og samstarvi, virkisbúskapi, virkisleiðslu og í roknskapi.
Flaggdagin 1980 giftist Palle við Marin, av Stykkinum, og hava tey búð á Stykkinum síðan tá. Tey eiga trý børn: Bárður, Barbara og Benjamin.
Í november 2000 bleiv Palle valdur í stýrið fyri Kvívíkar Kommunu , og er hann í fleiri nevndum har. Hann umboðar kommununa í Ráðnum fyri Ferðslutrygd og í kommunala skattaklaguráðnum fyri Norðstreymoyar Øki.