Tað var rættuligt málrok, tá annað umfarið í 3. deild varð avgreitt. Aftur hesa ferð endaðu allir fimm dystirnir við einum sigurharra, og tað vil siga, at higartil er eingin uppgerð í deildini endað við javnleiki.
B36, B68 og B71 eru einastu liðini, sum hava fult stigatal, og tað kann væl fara at vera, at tey eisini hava fult stigatal, eftir at triðja umfarið er farið afturum, tí talan verður ikki um nakra innanhýsis uppgerð millum hesi feløgini komandi vikuskifti.
Enn er so lítið farið av kappingini, at tað er ilt at meta um, hvørji lið fara at standa seg væl, men tað er neyvan nakað at ivast í, at í hvussu so er B36 fer at vera við í kappingini um uppflyting. Ofta vísir tað seg, at tað er torført at fáa fólk til útidystirnar og serliga teir í Suðuroy, men hetta hevur ikki nervað úrslitini hjá B36. Teir hava avgreitt báðar ferðirnar til Suðuroyar, hava fingið seks stig og hava ein málmun uppá 14-4.
Í botninum er støðan ikki so nógv øðrvísi, enn hon plagar at vera. Í fjør var KÍ aftast alla tíðina, tað vóru teir eftir fyrsta umfarið í ár, og tað eru teir eisini eftir annað umfarið. Tey seinnu árini hevur TB ongantíð staðið seg væl, tá teir hava havt lið í 3. deild, og tað sær heldur ikki út til, at teir fara at gera tað í ár.
VB-B36 2-8 (1-3)
Ábyrgdarmaðurin hjá B36 eitur Jákup Thomsen, og hann var tólvti maður, tí tað vóru bara ellivu aðrir spælarar við á ferðini. Venjarin kom inn, tá tað restaðu fimm minuttir og sigurin fyri langari tíð síðani var tryggjaður. Kanska var tað fyri at ein sumbingur skuldi vera við til at vinna á vágbingum!
VB kom á odda, tá átta minuttir vóru farnir, men sjey minuttir seinni fekk Bjarni Prior mál, og so var ongantíð nakar ivi. B36 hevði fleiri ungar menn, sum heilt víst høvdu staðið seg í 2. deild (B36 flutti niður í fjør so at siga av berum kleyvarskapi). Nógv av málunum vóru væl spælt, og tá Jón Hardley økti til 8-1 var talan um fínt fríspark.
HB-GÍ 0-10 (0-1)
Teir á heimaliðnum gingu uttanfyri HB húsið og bóðu fólk fyri at røkka ellivu talinum. Men har vóru eisini fleiri kend nøvn ímillum, t.d. Jóannes Jakobsen, Hans Thomassen, Hartvig Joensen og Jákup Danielsen, sum plagar at vera ídnasti málskjúttin hjá HB, men hesa ferð var hann málverji.
GÍ hevði eitt fínt lið, men í 1. hálvleiki gekk illa at fáa mál. Teir fingu eitt, tá hálvur tími var farin, og tað var sjálvmál, eftir at Jan Jacobsen hevði sent flatt hornaspark umvegis skinnabeinið á verjuspælara og í málið.
Dómarin kundi ikki vera serliga væl fyri, tí skrásetingin av hálvleiksstøðuni var skeiv, og gøtumenn hava gjørt vart við, at skrásetingin av málskjótingini var eitt sindur við síðuna av. Tað hava vit roynt at fingið uppá pláss. Í 2. hálvleiki komu málini eftir 50, 55, 63, 75, 76, 78, 82, 85 og 90 minuttir.
B71-KÍ 14-3 (5-0)
Í fjør møtti KÍ ikki á Sandi. Tað gjørdu teir hesa ferð, og hóast teir taptu stórt, so var tað ein løta í 2. hálvleiki, tá tað var um at koma spenningur í, eftir at heimaliðið í 1. hálvleiki hevði gjørt sær dælt av, at lítið samanspældu klaksvíkingarnir royndu at finna seg til sættis á vøllinum.
KÍ hevði tólv spælarar við suður, og einir fýra ella fimm vóru dreingjaliðsspælarar. Millum teirra var Hjalgrím Elttør, sum enn eina ferð vísti, at hann er sannur málslúkur.
Hjá B71 kom málmaðurin, Henrik Juul, á málskjúttaralistan. Tað var tá hann eftir 32 minuttir skoraði uppá brotsspark. KÍ minkaði um munin til 6-3, tá 67 minuttir vóru farnir. Tveir minuttir seinni økti Jóhannes Jensen til 7-3, og so gekk skjótt. Tað man vera sjáldan, at tvey mál verða skoraði í sama minutti, men soleiðis var tað hesa ferð. 16 ára gamli Símun Hansen økti til 12-3 og Símun Jensen til 13-3, og í báðum førum var hetta eftir 85 minuttir.
B68-FS Vágar 3-1 (1-1)
Spælið hekk hampuliga væl saman, og ferðin var á góðari leið. Bara fimm minuttir vóru farnir, tá unglingaspælarin Eyðfinn Fjalsbak setti hol á fyri gestirnar. Heimamenninir høvdu kanska ikki roknað við, at mótstøðuliðið fór at leggja so bragdliga fyri, men fimm minuttir seinni svaraði liðformaðurin hjá B68, Oddmar Andreasen, aftur, tá hann skoraði uppá brotsspark. Vágamenninir vóru alt annað enn nøgdir við dómin, og aftaná vóru teir á heimaliðnum heldur ikki vísur í, at maðurin varð feldur.
Seinna umfarið var bara fimm minuttir gamalt, tá Tummas Henriksen, málverjin hjá FSV, varð vístur av vøllinum fyri at brúka hendurnar uttanfyri brotsteigin, og so royndi útiliðið at verja, og B68 trýsti fyri at skora sigursmálið. 70 minuttir vóru farnir, tá Steinar Hansen fór sjálvur, og í næstsíðsta minutti slerdi Kristian Poulsen sigurin fastan, tá hann sleit seg leysan í brotsteiginum. Hóast teir vóru undirmannaðir royndu teir hjá FSV at koma afturíaftur síðstu løtuna, og onkra ferðina vóru teir tætt við.
ÍF-TB 9-4 (4-1)
Eingin ivi var í Fuglafirði um, hvat liðið hevði størri breidd. ÍF kom á odda, tá bara fimm minuttir vóru farnir, og so komu málini rættuliga regluliga. Millum ÍF menninar var Bárður á Lakjuni, sum ikki venur við 1. deild í ár, og hann skoraði tvey mál.
Egil Steintórsson vísti enn eina ferð, at máltevið ikki er burtur. Hann skoraði tvær ferðir, og tá hann eftir 82 minuttir minkaði um munin til 8-4 var hann umgyrdur av nógvum fólki. Men alíkavæl fekk hann tak á innlegginum úr vinstru, snaraði um seg sjálvan og sendi í kassan úr sjey metrum.
Síðsta málið hjá ÍF skoraði unglingaspælarin Petur Larsen (sonur Jákup Frants Larsen, sum var ein skjótur høgri vongur hjá ÍF tey fyrstu árini, teir vóru í bestu deildini). Petur hevði bara verið lítla løtu á vøllinum, tá hann eftir 89 minuttir slerdi sigurin fastan.jh
Úrslit:
VB-B36 2-8 (1-3)
1-0: Birgir Nielsen
1-1: Bjarni Prior
1-2: Bjarni Prior
1-3: Ragnar Poulsen
1-4: Ragnar Poulsen
1-5: Bárður Olsen
1-6: Bárður Olsen
1-7: Jón Hardley
1-8: Jón Hardley
2-8: Tom Villy Magnussen br
HB-GÍ 0-10 (0-1)
0-1: sjálvmál
0-2: Heini Heinason
0-3: Jóhannes Petersen
0-4: Jan Jacobsen
0-5: John Petersen
0-6: Heini Heinason
0-7: Jóhannes Petersen
0-8: John Petersen
0-9: Jan Jacobsen
0-10: Tummas Magnussen br
B71-KÍ 14-3 (5-0)
1-0: Virgar Hentze
2-0: Símun Jensen
3-0: Virgar Hentze
4-0: Henrik Juul
5-0: Antines Magnussen
5-1: Hjalgrím Elttør
5-2: Hjalgrim Elttør
6-2: Torbjørn Jensen
6-3: Hjalgrím Elttør
7-3: Jóhannes Jensen
8-3: Símun Jensen
9-3: Róin Clementsen
10-3: Símun Jensen
11-3: Antines Magnussen
12-3: Símun Hansen
13-3: Símun Jensen
14-3: Mourits Viderø
B68-FS Vágar 3-1 (1-1)
0-1: Eyðfinn Fjalsbak
1-1: Oddmar Andreasen br
2-1: Steinar Hansen
3-1: Kristian Poulsen
ÍF-TB 9-4 (4-1)
1-0: Jákup Baldvinsson
2-0: Ken Bærendsen
3-0: Bárður á Lakjuni
4-0: Jákup Helgi Egholm
4-1: Egil Steintórsson
5-1: Jákup Helgi Egholm
5-2: Tórður Jacobsen
5-3: Jan Albinus
6-3: Jákup Helgi Egholm
7-3: Bárður á Lakjuni
8-3: John Thomsen
8-4: Egil Steintórsson
9-4: Petur Larsen
B71220015- 36
B36220014- 46
B682200 7- 16
GÍ210110- 13
ÍF210111- 93
FSV2101 6- 53
VB2101 3- 83
TB2002 6-150
HB2002 0-110
KÍ2002 3-180
Málskjúttar
Bárður Olsen, B364
Símun Jensen, B714
Jákup Helgi Egholm, ÍF3
Hjalgrím Elttør, KÍ3
Jón Hardley, B362
Gunnar Nielsen, B362
Ragnar Poulsen, B362
Bjarni Prior, B362
Rógvi Fossdalsá, B682
Kristian Poulsen, B682
Virgar Hentze, B712
Antines Magnussen, B712
Eyðfinn Fjalsbak, FSV2
Birgir Joensen, FSV2
Heini Heinason, GÍ2
Jan Jacobsen, GÍ2
Jóhannes Petersen, GÍ2
John Petersen, GÍ2
Ken Bærendsen, ÍF2
Bárður á Lakjuni, ÍF2
Egil Steintórsson, TB2
Sigfríður Clementsen, B361
Regin Didriksen, B361
Oddmar Andreasen, B681
Steinar Hansen, B681
Ronnie Svalbard, B681
Róin Clementsen, B711
Símun Hansen, B711
Jóhannes Jensen, B711
Torbjørn Jensen, B711
Henrik Juul, B711
Páll á Reynatúgvu, B711
Mourits Viderø, B711
Eyðfinn Davidsen, FSV1
Sjúrður Ellefsen, FSV1
Tummas Magnussen, GÍ1
Jákup Baldvinsson, ÍF1
Høgni á Lakjuni, ÍF1
Petur Larsen, ÍF1
John Thomsen, ÍF1
Jan Albinus, TB1
Hallur Christiansen, TB1
Tórður Jacobsen, TB1
Júst Johannesen, TB1
Tom Villy Magnussen, VB1
Birgir Nielsen, VB1
Tummas Richard, VB1
sjálvmál1