30 føroyskar og 20 útlendskar fyritøkur á Faroexpo

Næsta mikudag verður Faroeexpo á skránni, sum í ár verður hildið í hølunum hjá Bakkafrost á Glyvrum

Mikudagin 24. oktober verður móttøkutiltakið Faroeexpo á skránni, sum í ár verður hildið í stásiligu hølunum hjá Bakkafrost á Glyvrum. 

 

Í ár luttaka umleið 30 føroyskar og 20 útlendskar fyritøkur á Faroexpo, og hetta er áleið tað sama sum undanfarin ár.

 

Hetta er trettanda ferð, at Faroexpo verður hildið. Áður varð hendan vinnustevnan hildin árliga, men í samráð við baklandið aftanfyri Faroexpo, varð í 2016 avgjørt at halda stevnuna annaðhvørt ár framyvir.

 

Faroexpo er skipað sum eitt partenariat við snarfundum, har fyritøkur hittast fyri at byggja upp og menna nýggj kundasamstørv ella bara viðlíkahalda verandi kundar. Hesir fundir verða í Bylgjuni í Runavík 25.-26. oktober.

 

Faroexpo endar við einari viðkomandi ráðstevnu í Løkshøll fríggjadagin seinnapartin og eftirfylgjandi veitsludøgurða í skótahúsinum við Løkin. Heitið á ráðstevnuni í ár er Vinna & vælferð, har fokus verður sett á leiklutin hjá vinnuni í framtíðar vælferðarsamfelagnum.