Allan desember hevur Betri givið adventsgávur. Endað var jólaaftan, tá ið 300.000 krónur vórðu latnar til Bláa Kross, og 150.000 krónur til umstøður hjá børnum á sjúkrahúsum kring landið.
Hjá Bláa Krossi er tað verkætlanin “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum hevur fingið stuðulin.
Sjúkrahúsini fingu eisini 50.000 krónur hvørt til at betra um umstøðurnar hjá børnum, sum av ymiskum orsøkum eru innløgd, skrivar Betri.
Annars hevur Betri stuðlað nógvum ymiskum verkætlanum og átøkum av ymiskum slag í desember. Hesi hava fingið stuðul:
• 50.000 krónur til Jólahjálpina - Barnabati
• 50.000 krónur til Kvinnuhúsið
• 50.000 krónur til Herbergið
• 50.000 krónur til jólahald hjá KFUM&K í Klaksvík, KFUK í Tórshavn og á Beitinum í Miðvági
• 50.000 krónur til Gloym meg ei
• 50.000 krónur til ADHD-felagið
• 50.000 krónur til Kris Føroyar
• 50.000 krónur til Fountainhúsið
• 50.000 krónur til Barnaheimið
• 50.000 krónur til Berin Sorgarbólkar
• 50.000 krónur til Eydnudeild Føroyar
• 50.000 krónur til Ælabogan
• 150.000 krónur til Sinnisbata
• 50.000 krónur til Barna- og Ungdómspsykiatriina