Tað eru umleið 300 fólk, sum verða ávirkað av at Bera noyðist at gevast av bera út. Í høvuðsheitum er talan um ung fólk, sum arbeiddu eftir skúlatíð. Nú er aftur alment monopol á útberingarøkinum. Prentmiðstøðin, sum hevði útberingartænastuna Bera, boðaði í dag frá, at henda tænastan verður niðurløgd við virknaði beinanvegin.
Øll starvsfólkini á Prentmiðstøðini, sum hava fingist við hesa tænastu, eru søgd úr starvi, og Posta tekur yvir tær avtalur um útbering, sum Prentmiðstøðin hevur havt.
Árni Ellefsen, nevndarformaður í Prentmiðstøðini, greiðir frá, at talan er um eini 300 fólk, sum missa arbeiðið, og at hetta í høvuðsheitum eru ungfólk sum hava havt hetta sum arbeiði eftir skúlatíð.
Orsøkin er, sigur Prentmiðstøðin, at hetta virksemið gevur hall, og mett verður ikki, at útlit eru til, at tað fer at geva avlop aftur, soleiðis sum marknaðurin hevur lagað seg.
Spurdur, um tað ikki er marknaður fyri tveimum útberingarfyritøkum í landinum, svarar Árni Ellefsen, at tað er tað møguliga, men at prísstøðið er blivið so lágt og nøgdirnar so smáar, at hetta fyri teirra viðkomandi er farið at geva hall.
- Tað hevur kanska nakað at gera við lágkonjukturin, sum vit eru í, sigur Árni Ellefsen.
Tað er hálvt ár síðani at Prentmiðstøðin, setti tænastuna Bera á stovn, tó at Prentmiðstøðin hevur havt útbering í skjótt 10 ár.
Spurdur, um hann heldur at Posta hevur dumpað prísirnar fyri at fáa Bera niður við nakkanum, sigur Árni Ellefsen, at tað vil hann ikki siga, at teir hava gjørt.
Millum tey gott 300, sum hava mist arbeiðið, eru nøkur fá, sum høvdu hetta sum fulltíðarstarv, eitt nú útkoyrarar og onnur starvsfólk.