Blái Krossur hevur fimm endurnýtsluhandlar kring landið. Talan er um Blákrossbúðirnar í Havn, Runavík og Miðvági, og Endurnýtsluna á Glyvrum og Miðvági. Tað eru bara sjálvboðin, ið arbeiða í hesum handlunum. Í fleiri førum eru tað pensjónistar, men eisini onnur, ið brúka tíð í handlinum. Ymiskt er, hvussu ofta fólk arbeiða, summi ein dag áttinda hvørju viku, meðan onnur arbeiða fleiri dagar um vikuna. Umframt tey sjálvbodnu í handlunum, eru eisini onnur, ið gera sjálvboðið arbeiði av ymiskum slag.
Yvirskotið av søluni í handlunum verður nýtt í hjálpararbeiðinum hjá Bláa Krossi, millum annað at hjálpa teimum ið eru illa fyri av rús- og rúsdrekkaávum og so hevur tað eisini muna væl í byggingini av nýggja viðgerðarheiminum, ið júst er tikið í nýtslu á Nesi.
Einaferð um árið savnar Blái Krossur øll tey sjálvbodnu til eitt hugnakvøld.
– Tey sjálvbodnu eru gullverd. Uttan tey, høvdu vit als ikki kunna gjørt alt tað arbeiði, ið vit gera í dag. Vit vilja á henda hátt takka teimum hjartaliga fyri teirra trúfasta og áhaldandi gerning, sigur Frants Jensen, aðalskrivari.