Tað sigur virkandi forsetin, Delcy Rodríguez, sambært BBC.
Millum tey bjargaðu eru tveir 11 ára gamlir dreingir, sum í gjár vórðu funnir livandi í tveimum ymiskum samanrapaðum bygningum.
Tó eru framvegis túsundtals fólk saknað eftir jarðskjálvtarnar, sum raktu norðara part av landinum mikukvøldið lokala tíð.
Hjálparfelagsskapir vísa á, at fyrstu 48 til 72 tímarnir eftir eina vanlukku eru avgerandi, um fólk skulu finnast á lívi. Nú er tann freistin farin, men bjargingararbeiðið heldur kortini fram.
Almenna talið av deyðum er nú komið upp á 1.450, men væntast at hækka, tí nógv fólk eru framvegis ikki funnin. Sambært einari borgarariknari heimasíðu, har avvarðandi skráseta saknað, hava yvir 46.000 fólk framvegis ikki fingið samband við familjulimir, skrivar BBC.
Bjargingarfólk úr USA, Meksiko og fleiri øðrum londum eru komin til Venezuela at hjálpa við leitingini.
Annar av teimum 11 ára gomlu dreingjunum, Moises, varð funnin umleið tríggjar metrar niðri í húsaleivdunum av einum kolumbiskum bjargingartoymi. Reuters skrivar, at hann hevði brotið armin og varð borin burtur á børu, meðan eyguni vóru vard móti sterka dagsljósinum. Mamma hansara og systir vórðu funnar deyðar.
Hin drongurin varð bjargaður livandi úr húsaleivdunum í býnum Caraballeda, norðan fyri Caracas.
Sameindu Tjóðirnar upplýsa, at 39 altjóða bjargingartoymi nú arbeiða í økinum. Til samans eru nærum 2.000 bjargingarfólk, 111 leitingarhundar og serútgerð, millum annað smáar leitingardronur, tikin í nýtslu fyri at finna fólk, sum framvegis kunnu vera á lívi undir húsaleivdunum.











