35 nýggir smittutilburðir í Nuuk

Í gjár settu smittutølini í grønlendska høvuðsstaðnum met við heili 35 nýggjum koronu-tilburðum.

 

 

Tilsamans 755 fólk vórðu kannað fyri covid-19 í Nuuk mánadagin, og í gjár kunngjørdu myndugleikarnir í Grønlandi, at heili 35 nýggir smittutilburðir eru staðfestir í hesum kanningum.

 

- Smitta er nú víða um í Nuuk. Tað eru smittað, ið hava samband við dagstovnar, skúlar og útbúgvingarstøð, og smitta er eisini á skúlaheimum og millum fólk í íbúðum við avmarkaðum plássi.

 

Tað skrivar Sermitsiaq.

 

Lagt verður aftrat, at seinast eitt so stórt tal sum 20 vórðu staðfest smittað í Nuuk, var hin 15. september í ár. Tá vórðu 23 nýggir smittutilburðir staðfestir í býnum.

 

Síðan henda dagin í september hava smittutølini verið minkandi, til tølini í gjár aftur settu nýtt met við heili 35 nýggjum tilburðum.