Og nú kunnu teir síggja fram til enn ein slíkan dag, tá KFUM-skótarnir í Kvívík bjóða øllum úlvum úr øllum Føroyum til ein serstakan úlvadag í bygdini.
Hesin dagurin verður í ár hildin 9. apríl, og vænta fyrireikarnir at einir 350 úlvar úr øllum landinum verða við. Á skránni er fleiri kappingar, men tíð er eisini til at hugna sær henda dagin.
Evnið fyri dagin er Víkingar, og er ætlanin at øll skulu fáa eina uppliving av, hvussu teir gomlu víkingarnir búleikaðust.
So er bert eftir at vóna, at veðrið verður teimum til vildar.