Í tólvta tíma áðrenn tingsetan endaði og løgtingið fór í summarfrí, kom landsstýrið við eini eykajáttanarlóg, ið veitir 4,1 millión krónur aftur at til raksturin av ellis- og røktarheimunum. Eykajáttanarlógin fyri mai varð løgd fram, viðgjørd og samtykt, alt um somu leið mikukvøldið.
4,1 milliónir krónur er ov lítið, helt andstøðan, sum tí kom við broytingaruppskot um at hækka eykajáttanina upp í 6,2 milliónir. Hetta er tað, ið røktarheimini skulu spara, tí at prís- og lønarframskrivingar eru ikki gjørdar í játtanini fyri í ár, sigur andstøðan.
Men andstøðuuppskotið fall, samgonguuppskotið varð samtykt, og tí fáa ellis- og røktarheimini kring landið tilsamans 4,1 milliónir krónur afturat til rakstur í ár.
Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannaverkinum, dugir í løtuni ikki at siga, júst hvussu tær 4,1 milliónirnar skulu brúkast.
- Nú fari eg fyrst á fund vil landsstýriskvinnuna fyri at hoyra, hvat hon ætlar. Men tað er greitt, at meginparturin verður brúkt soleiðis, at grundleggjandi tænasturnar á røktarheimunum ikki verða skerdar ov nógv, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Stjórin á Almannaverkinum hevur regluligan fund við landsstýriskvinnuna, eina ferð um mánaðin. Næsti fundur av hesum slag er mánadagin, og tá væntar Petra Johnsdóttir Joensen, at málið verður tikið upp.
- Ja, tað rokni eg avgjørt við. Tá vil eg sum nevnt fyrst hoyra útspælið frá Anniku Olsen, og so taka vit tað harfrá, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Stjórin á Almannaverkinum vil heldur ikki meta um, hvørt ella í hvønn mun, tær 4,1 milliónirnar í eykajáttan steðga fráboðaðu sparingunum.
- Nú mugu vit fyrst analysera støðuna av nýggjum. Áðrenn tað er gjørt, vil eg ikki melda nakað út, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Sambært landsstýriskvinnuni í almannamálum vilja tær 4,1 milliónirnar gera góðan mun.
- Hetta tekur broddin av avleiðingunum av manglandi rakstrar- og lønarframskrivingunum, sum hava verið gjøgnum fleiri ár, sigur Annika Olsen í fráboðan á Facebook.