4,3% minni útgoldið í løn higartil í ár

Fyrstu tveir mánaðirnar í ár er ein góð 1 milliard útgoldin í lønum. Hetta er nærum 50 milliónir minni enn sama tíðarskeið í fjør. Afturgongdin svarar til 4,3%. Tað er ikki vanligt, at lønarútgjaldingarnar fyrstu tveir mánaðirnar eru minni enn árið fyri. Síðan 1994 er tað bara komið fyri einaferð, og var tað í 2005.

Afturgongdin rakar nú eisni tænastuvinnuna

Í 2008 var tað serliga fiskivinnan, sum gekk aftur. Móti ársenda sást eisini afturgongd í byggivinnuni og nú í 2009 sæst, at tað er eisini afturgongd í tænastuvinnuni. Sostatt eru lønargjaldingarnar higartil í ár minni í privatu vinnuni yvirhøvur, skrivar Hagstovan.