Mikudagin varð enn eitt fólk, sum hevur drigist við koronu, lagt inn á sjúkrahús í Grønlandi, har ein persónur frammanundan er innlagdur við covid-19.
Báðir persónarnir liggja á Dronning Ingridar Sjúkrahúsi í Nuuk.
Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sigur, at heilsustøðan hjá tí, sum seinast er innlagdur, er ikki lívshættislig, men nú var neyðugt at viðgera sjúklingin.
- Hin fyrri persónurin, sum varð innlagdur hin 11. juni, er í betringi, veit landslæknin at siga í samrøðu við Sermitsiaq.
Sambært grønlendsku hagtølunum hava nú 49 fólk í Grønlandi fingið staðfest koronu.
40 fólk eru vorðin frísk aftur, og sum nevnt eru tvey fólk nú innløgd á Dronning Ingridar Sjúkrahúsi í Nuuk.