40 ára hátíðarhald í Christianskirkjuni

Í sambandi við at Christianskirkjan verður 40 ár mánadagin, verður ein hátíðargudstænasta sunnumorgunin klokkan 11 og ein hugnaløta í kirkjukjallaranum aftaná

Klaksvík:
Mánadagin 7. juli eru 40 ár, síðani Christianskirkjan bleiv vígd. Í hesum sambandi verða onkur tiltøk í kirkjuni fyri at hátíðarhalda dagin.
Sunnumorgunin klokkan 11 verður hátíðargudstænasta við altargongd, har Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, heldur prædikuna. Hin presturin, Hans Eiler Hammer, og allir kirkjutænararnir verða somuleiðis tilstaðar í kirkjuni henda dagin. Hans Eiler sigur, at teir hava gjørt av, at søga kirkjunnar skal verða í miðdeplinum henda dagin, og sálmarnir eru eisini valdir út, soleiðis at teir passa til dagin.
Aftaná gudstænastuna verður ein hátíðarløta í kirkjukjallaranum. Júst hvat fer at verða á skránni har, veit Hans Eiler Hammer ikki at siga við vissu, men kirkja býður øllum at vera hjartaliga vælkomnum í kjallaran til ein kaffimunn og eina hugnaløtu.
Eitt annað heldur øðrvísi tiltak verður eisini í kirkjuni. Emmaus hevur sína summarstevnu hetta vikuskiftið, og tey fara so at skipa fyri einum stórum felagsmøti fyri bæði Emmaus og KFUM og K sunnukvøldið í kirkjuni. Møtið byrjar klokkan seks.
? Tey høvdu líka sum onki høli til eitt so stórt møti, og tá kirkjan ikki verður nýtt um hasa tíðina sunnukvøldið, so spurdu tey, um tey ikki kundu halda tað í kirkjuni, greiðir Hans Eiler frá.
Ein gospelkonsert var eisini hildin í kirkjuni fyri tey ungu í sambandi við hátíðarhaldið, so eitt sindur verður kortini gjørt burturúr.
Hans Eiler Hammer sigur, at tá tað varð avgjørt, hvussu dagurin skuldi haldast, tá tosaðu tey um at bjóða bispi, prósti og øðrum hendavegin. Men tað er tíverri so óheppið, at vígslan og innsetanin av prestinum í Hvalvíkar kirkju liggur sama dag sum hátíðargudstænastan, so bæði bispur, próstur og fleiri aðrir prestar verða í Hvalvík sunnudagin.
·? Tað er sjálvandi harmiligt, at tað skal fella á sama dag, men soleiðis er tað bara viðhvørt, sigur Hans Eiler Hammer og leggur afturat, at í Klaksvík høvdu tey sæð tað sum náttúrligt, at teir vóru her til hátíðarhaldið.