400 G! tjøld verða til pløgg

Nógv tjøld lógu eftir á G! tjaldleguni, og nú verða tey til jakkar.

Heidi Lindenskov Róadóttir, stjóri fyri ÖDN WEAR, ið framleiðir pløgg úr brúktum festivaltjøldum, fegnast um úrtøkuna frá G! Festivalinum.

- Tað hevur gingið fínt. Vit høvdu ein skúlaflokk at hjálpa okkum við at savna saman tjøld og stengur av tjaldplássinum, og tey megnaðu at samlað alt saman eftir fimm tímum. Afturfyri fáa tey eitt ískoyti til námsferðina hjá sær til Brasil, sigur hon.

Fyrr í ár vann ÖDN WEAR FM í Ungum Virki. Dómsnevndin legði tá dent á, at genturnar megnaðu at gagnnýta eina vøru, sum ov ofta verður burturbeind eftir nýtslu. Bólkurin hevur sniðgivið vørur, ið eru 'kul og avspegla rákið, sum er upp í tíðini', segði dómsnevndin.

Ungu kvinnurnar handan ÖDN WEAR eru Heidi Lindenskov Róadóttir, stjóri, Sólvá Lindenskov Róadóttir, sølu- og marknaðarføringarleiðari og Unn Baldursdóttir, sum er sniðgevi.

Síðani hevur ÖDN WEAR ment seg til eina veruliga fyritøku, og fingu enntá lut í heimsmálsmikrolegatinum. Harfrá hava tey nú verið á G! Festvalinum farna vikuskifti og savnað inn tjøld, ið skulu seymast um til pløgg.

- Vit hava ikki fingið tað neyva talið enn, men um 400 telt hava vit tikið inn. Man verður eitt sindur ovfarin, at so nógv telt liggja eftir – serliga í grønum tíðum sum nú, sigur Heidi.

ÖDN WEAR syrgir tó fyri, at tjøldini ikki enda sum burturkast, men verða endurnýtt – bæði stengurnar og dúkarnir av tjøldunum.

- Elastikkini inni í stongunum og dúkarnir fara til jakkarnar, og í løtuni arbeiða vit eisini við at finna eitt endamál við sjálvum stongunum, sigur stjórin fyri ÖDN WEAR

Um alt gongur sum ætlað, verður summarið brúkt til at sniðgeva útfrá innsamlaða tilfarinum, og síðani verður farið undir seymingina í heyst.

- Vit vóna jakkarnir kunnu keypast síðst í mai, komandi ár. Tað kemur sjálvandi ann upp á hvussu alt gongur. Men áhugin hevur longu verið stórur, og summi hava spurt um bíðilistar, og onkur hevur longu sent inn ordrar, sigur Heidi.