Ikki óvæntað eru tað russisk fiskifør, ið eiga flestar av hesum fiskidøgunum. Skip hagani hava roynt her í 1659 dagar, meðan íslendsk skip veiddu her í 1166 dagar.
Í yvirlitinum um útlendsku fiskivinnuna sæst, eingi skip úr Írlandi, Portugal, Estlandi ella Japan hava verið í føroyskum sjóøki higartil í ár.
Íalt hava útlendsku fiskiskipini fiskað 355.000 tons av hesum fer svartkjafturin við meginpartinum, nevniliga góðum 300.000 tonsum.