50 fólk mjólka landskassanum í fullveldisarbeiði

Stórur partur av hesum fólkum hava ikki arbeitt við fullveldisætlanini burturav, og tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, um lønarútreiðslurnar hjá hesum fólkunum hava verið roknaðar sum útreiðsla í sambandi við fullveldismálið, vil Heðin Mortensen hava at vita

ÓLAVUR Í BEITI


Heðin Mortensen hevur spurt sjálvstýrismálaráðharran Høgna Hoydal nakrar spurningar um starvsfólk til fullveldisætlanina. Heðin Mortensen spyr, hvussu nógv fólk eru - og hava verið í starvi hjá landsstýrinum í sambandi við fullveldisætlanina? Eru fólk sett í starv í Danmark fyri at gera PR-arbeiði fyri fullveldinum? Hvat er endamálið hjá landsstýrismanninum í sambandi við internet-herferðina? Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri tinginum, hvat fullveldisætlanin higartil hevur kostað, og hvussu nógv hon í framtíðini fer at kosta? Hevur landsstýrið ætlanir um at geva andsstøðuni sama møguleika, at kunna um alternativar møguleikar til fullveldisætlanina (her verður hugsað um tekniskar- og fíggjarligar møguleikar)? Og at enda spyr tingmaður Sambandsins, hvør skal hava atkvøðurætt á fólkaatkvøðuni um framtíðarstøðu Føroya?


Hvítabók

Í viðmerkingunum til spurningarnar, sigur Heðin Mortensen, at meðan nógv tiltrongd arbeiði her á landi liggja á láni, verður nógv arbeiðsorka løgd í fullveldisætlan landsstýrisins.

? Í innganginum til Hvítubók og í fylgibindunum verða yvir 30 navngivnir persónar nevndir, sum hava verið við í arbeiðinum í sambandi við útgávuna av Hvítubók, og harumframt verða 8 nøvn nevnd á útlendskum serfrøðingum, sum búskaparnevndin hevur ráðført seg við.

? Aftaná at Hvítabók var útkomin (og tvær ferðir umsett til danskt), kom eitt í-skoyti til búskaparpartin, sum var gjørt á Háskóla Íslands. Hvussu nógv arbeiðsorka varð løgd í hetta verk, er ilt at siga, men tilfarið varð ikki almannakunngjørt fyrr enn 25. november við teirri grundgeving, at tað var ikki liðugt til útgávudagin av Hvítubók, sum var 1. september, sigur Heðin Mortensen.


Caragata

Og viðvíkjandi Caragata álitinum, sigur Heðin Mortensen, at tað er skrivað av trimum serfrøðingum, harav tveir koma úr New Zealandi, ímeðan tann triði arbeiðir í Texas. Hesir hava verið minst tvær ferðir í Føroyum í sambandi við arbeiðið at skriva og leggja fram Caragata álitið. Í fororðunum takka teir hjálparfólki úr Føroyum, Íslandi, New Zealandi, Bretlandi og úr USA fyri hjálpina, og teir nevna 48 navngivnar persónar.

? Grundlógarnevndin hevur higartil havt 11 fundir við allari nevndini, umframt uml. 25 bólkafundir í teimum 8 bólkunum, sum eru undir grundlógarnevndini. Harumframt koma fundirnir, sum hava verið millum formannin og skrivaran í nevndini, og eisini hevur verið skipað fyri evnisdegi í Norðurlandahúsinum fyri limirnar í grundlógarnevndini.

? Umframt hetta hevur verið skipað fyri ráðstevnu fyri smátjóðir við útlendskum fyrilestrahaldarum, og í morgunsendingini hjá útvarpinum var fyri stuttum tosað við mann, sum segði seg arbeiða á føroysku viðskiftastovuni í Keypmannahavn, har hann var »PR-maður hjá landsstýrinum«.


Atkvøðurætt

? Landsstýrið hevur verið í Danmark á samráðingaferð, har 17 fólk vóru við ? umframt ein landsstýrismaður, sum ikki luttók í samráðingunum. Og nú fara trý landsstýrisfólk saman við embætisfólki niður at »kunna« Fólkatingið um fullveldismálið.

? Eisini kundi verið áhugavert at fingið at vita, um ráðstevnan um smátjóðir er íroknað prísin, sum fullveldisætlanin hevur kostað? Landsstýrismaðurin hevur fyrr sagt, at andstøðan eisini hevur fingið síni sjónarmið við á heimasíðu landsstýrisins um fullveldi. Men her er talan um sjónarmið, sum landsstýrið sjálvt hevur valt. Tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, um andstøðan fer at fáa møguleika til sjálv at leggja síni sjónarmið út á hesa heimasíðu?

Eisini kundi verið áhugavert at fingið at vita, hví Caragata álitið og »íslendsku tølini« ikki verða nevnd á heimasíðuni um fullveldið. Annars tykist tað løgið, at nú, minni enn tríggjar mánaðir áðrenn samráðingarnar við donsku stjórnina skulu verða lidnar, veit landsstýrið framvegis ikki, hvør fer at hava atkvøðurætt til fólkaatkvøðuna, sigur Heðin Mortensen m.a. í viðmerkingunum til fyrispurningin.