50 metrar frá omanlopi

Mikukvøldið fóru nakrir av teimum sokallaðu fourtynine -arunum ein gongutúr norður í Svartadal, sum er norðan fyri Strond í Klaksvík. Meðan teir standa og bíða eftir einum manni, sum var nakað seinkaður, leypir einans 50 metrar frá teimum

Klaksvík:
- Vit fóru til gongu um sjey tíðina, ella møguliga var hon nærri hálvgum átta. Vit gingu niðan móti teim nýggju rørunum, sum júst eru løgd, greiðir John Thorsteinsson, ein av fourtynine-arunum, sum var við hendan gongutúrin.
Fourty nine?arar eru fólk, sum eru fødd í 1949. Tað byrjaði alt við, at tann so vælkendi Ólavur Klakk, sum eisini er føddur í 1949, tók stig til at savna øll, sum fóru í fyrsta flokk í 1956. Hetta var í 1991. Og navnið stavar frá gullgravarunum í California í 1849. Teir vórðu kallaðir Fourty niners. Og so var tað so upplagt, at kalla hendan árgangin fyri Fourty niners eisini, tí tey flestu av teimum eru fødd í 1949.
So hava nakrir mans hitts javnan síðani. Um veturin hittast teir til hockey spæl í fimleikarhøllini. Og um summarið plaga teir so at ganga túrar, tá tað viðrar.
- Vit plaga at vera ellivu mans, men hetta kvøldið vóru vit so fimm. Ein skuldi koma afturat, men hann var nakað seinur. Hann gekk longri niðri, og so avgørdu vit at steðga at bíða eftir honum. Meðan vit bíða, hoyra vit eitt øgiligt buldur. Vit vistu ikki beinanvegin, hvat tað var, men so sóu vit, at tað var eitt omanlop ? einans 50 metrar frá, har sum vit stóðu. Tað var ógvusligt at síggja og ein øgiligur gangur, sigur John.
Omanlopið var sera ógvusligt við nógvum stórum steinum, sum endaðu heilt niðri í fjøruni. Ein stórur steinur rakti eitt av teim nýggju rørunum, so vatnið stóð í stríðum streymum oman gjøgnum bøin.
- Tað var sera heppið, at vit gjørdu av at bíða eftir okkara sætta manni, ella høvdu vit staðið mitt í tí, tá tað leyp. Og so hevði tað endað galið, sigur John avgjørdur á málinum.
Teir steðgaðu sjálvandi á og stóðu bert og hugdu at, meðan grót og steinar fóru rullandi framvið teimum stutt har frá, sum teir stóðu.
Tá alt var yvirstaðið, hildu hesir seks menninir leiðina fram.

Vatnleiðing farin
Frá Vatndeildini hjá Klaksvíkar Kommunu verður sagt, at steinurin, sum rakti vatnrørini var sera stórur.
- Eg vildi mett hann at vera á stødd við ein lítlan lastbil. Hann vigar umleið eini tíggju tons, sigur Jóhan við Neyst, leiðari á Vatndeildini hjá Klaksvíkar Kommunu.
Hann heldur, at orsøkin til at tað leyp allarhelst er, at tað regnaði sera illa náttina til mikudagin.
- Steinurin fór í gjøgnum vatnleiðingina hjá SEV og Klaksvíkar Kommunu. Tíbetur vóru rørini hjá SEV tóm, annars hevði verið heilt galið, sigur Jóhan við Neyst.
SEV er ikki liðugt at leggja rørini í Svartadali enn, og tí vóru rørini tóm.
Jóhan sigur, at inntakilsið til vatnrørini hjá SEV liggur á 250 metra hædd, meðan inntakilsið hjá kommuni liggur á 180 metrum í mun til sjógvin.
Høvdu rørini hjá SEV verið full, so hevði nógv farið við nógva vatninum, ið so hevði staðist av lopinum.
Jóhan við Neyst fekk alarm mikukvøldið um níggjutíðina at onki vatn var í reinsiverkinum við Ánagjógv. Tað er so, at um vatnleiðingin fer, so kemur onki vatn í reinsiverkið.