500 milliónir krónur upp á spæl

Europa League: Fyri Manchester United er dysturin í kvøld eitt spæl um 500 milliónir krónur

Tað verður mett, at tað standa áleið 500 milliónir krónur upp á spæl fyri Manchester United í kvøld, tá teir í Europa League finaluni spæla móti hollendska Ajax. Tað er deilt upp í tríggjar partar. Luttøka í Champions League, avtalan við Adidas og vinnarapengar í Europa League.

 

Champions League

Manchester United bleiv nummar seks í Premier League, og hevur tí ikki vunnið sær atgongumerki til Champions League komandi kappingarár. Tó fær vinnarin av Europa League eitt beinleiðis atgongumerki til bólkaspælið í Champions League.

 

Tað er ikki uttan orsøk, at José Mourinho, venjari hjá Manchester United, hevur raðfest Europa League fyrst seinastu vikurnar. Tí munurin á, at spæla í Europa League og Champions League verður mettur at verða áleið 300 milliónir krónur, fyri eitt felag sum Manchester United.

 

Avtalan við Adidas

Bretskir miðlar skriva, at tað er eisini stórur munur á fíggjarligu inntøkunum hjá Manchester United í samband við avtalu við klædnafyritøkuna Adidas. Her verður víst á, at Manchester United við at koma í Champions League fær ein árliga inntøku upp á 700 milliónir krónur. Tað minkar niður í 500 milliónir krónur, um felagið ikki kemur í Champions League.

 

Vinnarapengar

Ein lítil partur av teimum 500 milliónunum eru vinnarapengarnir í Europa League. Vinnaran fær 55 milliónir krónur, meðan taparin í finaluni fær 30 milliónir krónur. Tað eru ikki nógvir pengar í stóru heildini, men tá alt verður lagt saman, so gevur tað áleið 500 milliónir krónur.

 

Europa League finalan á Friends Arena í Stókholm í Svøríki. Dysturin byrjar klokkan 19.45.