Týskir bøndur hava mótmælt við traktorum í Berlin í dag. Teir forðaðu ferðsluni á vegum kring Brandenburger Tor í miðbýnum.
Ritzau skrivar, at yvir 5.000 traktorar vóru við í átakinum.
Tiltakið í dag var tað seinasta eftir eina viku við mótmælum hjá bøndum ímóti, at týska stjórnin ætlar at minka stuðulin til landbúnaðin.
Hørðu mótmælini seinastu vikuna hava havt við sær, at kanslarin Olaf Scholz hevur játtað at broyta onkur av ætlaðu tiltøkunum hjá stjórnini. Tað siga bøndurnir seg tó ikki vera nøgdar við.
Sambært áhugafelagnum hjá týsku bøndunum hava samanlagt 100.000 traktorar verið við í ymiskum mótmælum kring Týskland seinastu dagarnar.
##med2##