520 jarðað í Screbrenica í dag

Leivdirnar av 520 dreingjum og monnum, sum vórðu myrdir í hópdrápinum í bosniska býnum Screbrenica í juli í 1995, vórðu jarðaðar í dag.

Umleið 30.000 fólk vóru komin saman við minnisvarðan í Potocari beint uttan fyri Screbrenica at fylgja teimum 520 til gravar.

-Hetta er so óendaliga svárt, og tann 11. juli er líka ræðuligur á hvørjum ári, segði Sevdija Halilovic, sum var komin at fylgja pápa sínum til gravar.

Umleið 8.000 dreingir og menn vórðu myrdir í Screbrenica-hópdrápinum. Higartil eru 5.137 teirra eyðmerktir og jarðaðir í teirri stóru hópgrøvini í Potocari. Arbeiðið at finna og at eyðmerkja hini heldur fram.