57 ára gamal amerikanari fingið grísahjarta

Ein serlig hjartatransplantatión skal vísa vegin at loysa kreppuna við tørvinum á organum, sigur yvirlækni

 

57 ára gamli David Bennet høgrumegin hevur sum hin fyrsti í heiminum fingið eitt hjarta frá íløguviðgjørdum grísi. Amerikanarin hevði tað tað gott tríggjar dagar eftir skurðviðgerðina. - Foto: Umsom/Reuters

Fyri fyrstu fer er eydnast amerikonskum skurðlæknum at seta eitt íleguviðgjørt svínaharta í eitt menniskja.

Tað upplýsti University of Maryland í gjár.

Skurðviðgerðin, sum varð framd fríggjadagin, er tann fyrsta av sínum slag í heiminum. Hon vísir, at eitt hjarta frá einum djóri kann liva í einum mannakroppi uttan at verða avvíst við tað sama, verður sagt í boðunum frá lærda háskúlanum.

Tað er ein 57 ára gamal maður, David Bennet úr Maryland, sum hevur fingið svínahjartað. Hann er áður sagdur at vera ikki egnaður at fáa eitt organ frá øðrum menniskja.

Tey hava hildið vakið eyga við Bennet síðani skurðviðgerðina fyri at vita, hvussu nýggi likamsluturin klárar seg.

– Eg hevði valið ímillum at doyggja ella fáa hesa hjartatransplantatiónina. Eg vil liva. Eg veit, at tað er eitt skot í tóman heim, men hetta er seinasti møguleikin hjá mær, segði hann hósdagin dagin fyri skurðviðgerðina.

David Bennet hevur verið seingjarliggjandi seinastu mongu mánaðirnar og hevur í eina tíð verið í respiratori. Tí segði hann eisini hósdagin, at hann »gleðir seg til at koma úr seingini«, tá hann er komin fyri seg aftur.

Serliga skurðviðgerðin fekk eina neyðgóðkenning nýggjársaftan av heilivágsstrýrinum, FDA.

– Hetta var eitt slóðbrótandi stig, sum flytir okkum eitt fet nærri loysnini við tørvinum á lívgøgnum, sigur Bartley Griffith, sum stóð fyri skurðviðgerðini.

– Vit halda fram við varsemi, men vit eru bjartskygt viðvíkjandi, at hendan skurðviðgerðin – tann fyrsta av slagnum í heiminum – fer at rudda sló fyri at geva sjúklingum góðar møguleikar í framtíðini.

 

##med2##

Umleið 110.000 amerikanarar standa í løtuni á bíðilista til at fáa eina transplantatión, ella vevnaðarflutning. Yvir 6.000 sjúklingar doyggja um árið í USA, áðrenn tey fáa møguleikan til vevnaðarflutning.

Tað vísa almenn tøl frá heilsumyndugleikunum.

Fyri at nøkta eftirspurninginum hava læknar í mong ár hava áhuga í sonevndum xenotransplantatiónum, sum millum annað fevna um vevnaðarflutning frá djórum til menniskju.

Royndir við zenotransplantatiónum kunnu sporast heilt aftur til 17. øld.

Ein ílega var tikið úr grísinum, sum David Bennet fekk hjartað úr, sum hevði framleitt eitt serlig sukurevni.

Var hendan ílegan ikki tikin, hevði hon gjørt eina ógvusliga immunreaktión í kroppinum hjá David Bennet og ført til, at kroppurin hevði stoytt hjartað frá sær.

/ritzau/AFP

 

57 ára gamli David Bennet høgrumegin hevur sum hin fyrsti í heiminum fingið eitt hjarta frá íløguviðgjørdum grísi. Amerikanarin hevði tað tað gott tríggjar dagar eftir skurðviðgerðina. - Foto: Umsom/Reuters

Skurðlæknar frá University of Maryland School of Medicine síggjast her, meðan David Bennet er undir skurði. - Foto: -/Ritzau Scanpix