Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, á trappuni uttan fyri Skansapakkhúsið í Tinganesi, har Løgmansskrivstovan heldur til Mynd: Álvur Haraldsen

59 prosent taka undir við uppskoti um ríkjafelagsskap

­Sosialurin: Meiriluti er í øllum økjum í landinum, í øllum aldursbólkum og øllum flokkum uttan einum fyri at skipa ríkjafelagsskap millum Føroyar og Danmark

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, á trappuni uttan fyri Skansapakkhúsið í Tinganesi, har Løgmansskrivstovan heldur til Mynd: Álvur Haraldsen

Tað vísir ein spyr.fo kanning, sum kann lesast í Sosialinum í dag.

 

Kanningin vísir, at tað er stórur meiriluti í fólkinum fyri at taka undir við at broyta ríkisfelagsskapin til ein ríkjafelagsskap við javnbóðis tjóðum. Eitt uppskot hjá samgonguni, sum bæði Fólkaflokkurin og Miðflokkurin taka undir við. Tað er bara Sambandsflokkurin, sum er ímóti ætlanunum.

 

Í stuttum gongur tað út uppá, at Føroyar verður eitt sjálvstøðugt land, men heldur fram í einum javnbjóðis felagsskapi við Danmark. Í kanningini verður spurt, um tú tekur undir við hesum, um onnur viðurskifti við Danmark halda fram óbroytt.

 

Spurningurin í kanningini er orðaður soleiðis: 

 

Tekur tú undir við, at Føroyar vera sjálvstøðugt land í einum javnbjóðis felagsskapi við Danmark, um onnur viðurskifti við Danmark halda fram óbroytt?

 

Kanningin vísir, at 59 prosent av øllum veljarum taka undir við hesum.

 

23 prosent av øllum veljarunum siga, sambært kanningini, nei til slíka skipan, meðan 18 prosent siga seg ikki vita.

 

Meiriluti er í øllum flokkum – uttan Sambandsflokkinum. Meiriluti er eisini fyri uppskotinum í øllum økjum í landinum, millum bæði kvinnur og menn og í øllum aldursbólkum.

 

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum Posta ber haldarum í dag. Haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

 

##med2##

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, á trappuni uttan fyri Skansapakkhúsið í Tinganesi, har Løgmansskrivstovan heldur til Mynd: Álvur Haraldsen

Meira kann lesast um kanningina í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum