Elvira Poulsen gevst á Realinum

Almenn móttøka: Í sambandi við at Elvira Poulsen gevst á Realinum verður almenn móttøka á Hotel Hafnia, tann 26. september 2025 kl. 15-18.

Elvira hevur starvast hjá Realinum í 23 ár. Hon tók við starvinum í 2003, men hevur í veruleikanum starvast hjá Realinum longri enn so, tí frammanundan røkti hon ymsar uppgávur fyri Realin umvegis starvið sum grannskoðari hjá Paula Ellefsen.

Realurin takkar Elviru fyri øll hennara ár og bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til brellbitar og drekka.

Høvi verður at siga nøkur orð og at heilsa uppá, siga tey á Realinum.