Elias Ellefsen á Skipagøtu er ikki til at steðga. Hóskvøldið skoraði Elias heili 14 mál, og legði upp til trý onnur mál, tá lið hansara, THW Kiel í ZAG Arena høllini í Hannover vann 40-34 á liðnum hjá Vilhelmi Poulsen, Recken Hannover-Burgdorf.
Avrikið hjá "Skippy", ið er kelinavnið hjá Eliasi hevur givið endurljóð í øllum ítróttarmiðlum í Týsklandi, og eisini uttanfyri Týskland. Elias hevur í fýra dystum í bundesliguni hetta kappingarárið skotið heili 37 mál fyri THW Kiel.
HER síggjast frá rásini Dyn Handball øll 14 málini Elias skoraði í ZAG Arena í 40-34 sigrinum á Hannover-Burgdorf:
##med2##