GÁVUR
Heri Simonsen formaður í Kiwanis Tórshavn handaði fríggjamorgunin tríggjar kekkar. Spastikarafelag Føroya fekk 10.00. Fríðtíðarheimið í Skrivaragøtu fekk handað 25.00 kr. Eisini Føroya Felag móti krabbameini fekk 25.00 kr.
Sólrun Mortensen, formaður í Spastikarafelag Føroya, tók í móti teirra kekki. Hesir pengarnir fara til eina lyft, sum kann hjálpa spastikarum at koma upp á hest. Mett verður, at hendan likamsliga venjingin er sera gagnlig fyri spastikarar, og Sólrun segði eisini, at pengarnir komu ógvuliga væl við. Lyftan kostar 30.000. Tórshavnar kommuna hevur játtað at latið tær 20.000, og restin kemur so frá Kiwanis Tórshavn.
Fyri Frítíðarheimið í Skrivaragøtu tók Ingun Mohr Jacobsen, leiðari fyri heimið, ímóti einum gávukekki, sum var á 25.000 kr.
Pengarnir fara sum ískoyti til ein buss fyri menningartarna, sum leingi hevur verið tørvur á. Hendan buss hevur Frítíðarheimið eisini leingi arbeitt við at fáa til vega, og teirra arbeiðið endar ikki við hesum pengunum, men hetta er eitt munagott ískoyti, sigur Ingun Mohr Jacobsen.
Fríðtíðarheimið í Skrivaragøtu fyllir 25 ár sunnudagin. Lesið aðrastaðni í blaðnum meira um handan dagin.
Føroya Felag móti Krabbameini fekk 25.000 kr, sum Jansy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrasystir, tók ímóti. Hesir pengar fara til eitt átak fyri kvinnur, ið kallast ?Look good, feel better?. Hendan verkætlanin skal styrkja um sjálvsálitið hjá kvinnum, ið fáa viðgerð fyri krabbamein.
?Kvinnur, sum eru raktar av krabbameini, kunnu ofta kenna seg meiri sjúkar, enn tær veruliga eru, orsaka av teirra útsjond. Tí kunnu tær nú ókeypis fara á skeið á landsjúkrahúsinum, har tær fáa vegleiðing í húðrøkt og andlitssmyrlsli, sigur Jansy Gaardlykke.
Slík átøk verða gjørd aðratsani í verðini, og tey fáa sera góða undirtøku.
Kiwanis er ein alheimshjálparfelagsskapur, ið veitir hjálp til minnu ment.
Allar hesar 60.000 kr, sum Kiwanis Tórshavn hevur latið í dag, koma frá lutaseðlasølu, har ein bátur varð burturlutaður. Kiwanis miðjar ímóti at lata pengar tvær ferðir um árið.
Heri Simonsen, formaður fyri Kiwanis Tórshavn, segði, at mangan kundi tað tykjast sum um, at gjørt varð alt ov lítið við at stuðla. Hjá Kiwanis leggja teir seg eftir at stuðla minnimentum og serliga børnum. Heri vísir á, at tað í ár gekk sera væl í hond við teirra lutaseðlasølu, og inntøkan hevur ongantíð verið so góð.
25 limir eru í felagnum, og teir fara í jóalamánaðinum at selja jólatrø. Hetta er tað seinna árliga átakið, ið vanliga eisini kemur heilt fitt í kassan. Alt arbeiðið í Kiwanis er sjálvboðið.
Vit ynskja Kiwanis og feløgunum til lukku við gávunum.