Ungi maðurin varð á ólavsøku í fjør tikin fyri at hava selt fýra gram av amfetamin, og harumframt hevði hann eisini eina líknandi nøgd av amfetamini uppi á sær, umframt nakað av hashi, tá ið løgreglan handtók hann. Tær 1200 krónurnar, ið maðurin hevði forvunnið við søluna av amfetaminunum, legði løgreglan eisini hald á í hesum sambandi.
Somuleiðis var maðurin á vári í fjør tikin fyri at koyra uttan koyrikort, og í hesum sambandi fekk løgreglan illgruna um, at alt ikki ruggaði rætt. Tí varð maðurin kannaður á staðnum, og løgreglan fann nakað av hashi uppi á honum.
Maðurin játtaði seg sekan í øllum skuldsetingunum.
Umstøðurnar gjørdu dómin treytaðan
Ákærin í málinum kravdi mannin dømdan 60 daga fongsulsrevsing, men legði samstundis upp til, at dómurin gjørdist treytaður. Orsøkin til tað var, at maðurin, ið leingi hevur havt eitt rúsevnismisbrúk, hevur víst vilja til at sleppa burtur úr misbrúkinum, og at hann hevði víst vilja til at hava eitt fast arbeiði. Eisini vóru aðrar umstøður, ið gjørdu sítt til, at ákærin mælti til treytaðan dóm.
Dómarin eftirlíkaði ynskinum frá ákæranum og dømdi mannin 60 daga treytaða fongsulsrevsing. Dómurin er treytaður í tvey ár, og tað fyrsta árið er ein sonevnd royndartíð, har tað ber til hjá myndugleikunum at taka royndir av landinum hjá manninum fyri at kanna, um hann framvegis tekur rúsevnir. Um so er, at hann ger tað, er dómurin ikki longur treytaður, og so skal maðurin inn at sita.
Ungi maðurin tók við dóminum.