Theodor E. D. Olsen
Hóast Søren Ryge, sum hann ofta verður nevndur - kanska tí, at hann ongantíð sleppur sínum elskaða fylgisveini, pípuni - bert hevur gjørt seks sendingar úr Føroyum í 10 ár, so minnast fólk enn hesar myndir og frásagnir hjá tí ferðandi sjónvarpsmanninum við tí blíðmæltu røddini, ið tó altíð inniheldur ein brodd av ironi og ikki minst sjálvironi. Altíð fangar hann hyggjaran, hóast evnini, sum hann viðger, og ikki minst fólkini, hann hittir, kunnu vera serlig.
Fólk
- Hvat er gott sjónvarp, spurdi Søren Ryge á samkomuni. Sjálvur helt hann, at til slíkar sendingar, sum hann ger, er altíð neyðugt at finna fólk við útstráling. Tí hóast Søren ofta verður settur í samband við náttúrusendingar, leggur hann stóran dent á mannalýsingar og korini, sum fólk liva undir. Hann hevur eisini skrivað bók um ymisk kend og ókend fólk í Danmark, m.o. bassspælaran, Niels-Henning Ørsted Pedersen, ið telist millum tey kendu.
Søren Ryge vísti brot úr fleiri av sínum sendingum úr Sumba, Skúvoy, Klaksvík og Mykinesi, sum vóru endarsendar í donskum sjónvarpi herfyri, og hann greiddi frá, at burtursæð frá tí, at hesi fólkini fiskaðu, fangaðu fugl ella arbeiddu ull, so innihildu tey nakrar universellar dygdir, sum hann málbar seg.
Men týdningarmikið var at finna og lýsa áhugaverdar persónar, tí ofta kundi tað vera trupult bara at avtaka ta føroysku náttúruna og minka eitt nú Beinisvørð niður í 28 tummar.
Brim
Ofta kundi náttúran eisini beinleiðis forða fyri góðum upptøkum í Føroyum. Eitt nú stóð filmsliðið einaferð á Pollinum í Sumba, tá brimið leikaði harðast. Men hvussu teir so royndu var tað ógjørligt at vera skíggjatrøll og at halda myndatólinum, tá brotini syftu alt ið fyri var, og Søren vildi vera við, at sumbingar vóru til reiðar at taka teir niðan í bygdina við makt.
Men hóast hann viðgekk sítt dáradirvi í hesum førinum, duldi sjónvarpsmaðurin ikki fyri, hvussu hugtikin hann var av sjónum, sum hann segði vera úr sama tilfari sum tárið hjá einum menniskja.
Seinni, tá hann aftur skuldi brúka myndir av sjógvi og ikki vildi koma aftur í somu ótespiligu støðu, bað hann SvF útvega sær eitt band, sum teir høvdu tikið av brimi meðan onnur av ódnunum í áttatiárunum leikaði á. Ta ferðina fingu Søren og manning hansara tó sjálvir nakrar myndir í kassan, sum teir kundu brúka, men tá teir kortini av berum forvitni fóru at hyggja eftir bandinum, sum teir føroysku myndamenninir høvdu tikið av brimi, varnaðust teir munin á tilknýtinum og viðurskiftunum hjá føroyingum og útlendingum við havið. Tí meðan Søren Ryge hevði staðið niðri á Pollinum í Sumba og veruliga kundi havt komið sær og filmsliði í óføri, vóru myndirnar hjá SvF tiknar langt uppi úr bygdini gjøgnum vindeyga á einum jeepi.
Góðska í bestu senditíð
Ofta frættir Søren frá fólki, ið biðja hann gera eina sending um tey sjálvi. Men tað er ikki altíð, at slíkar sendingar hepnast so væl. Sum nevnt dámar Søren Ryge sjálvur at finna serlig fólk við útstráling, og feskasta dømi hjá honum um eina slíka sending, er tann um Trónd Patursson. Hendan bleiv sera vælumtókt, og kanningar vístu, at 600.000 hyggjarar fylgdu á Søren á ferð síni í Føroyum saman við Tróndi. Til stuttleika nevndi Søren, at í hesum førinum hevði hann »snýtt« eitt sindur við »vørumerkingini« til skráleiðsluna og hyggjararnar. Tí hevði hann valt at kalla hetta eitt kunstnaraportrett burturav, hevði sendingin neyvan fingið nakað gott pláss í skránni. Hinvegin snúði sendingin seg eisini um annað enn list. Fólkini hava sum kunnugt stóran týdning fyri Søren, og hann helt, at góðska eisini skuldi hava ein kjans eitt kvøld í prime time, tá øll familjan situr saman og hyggur.
Nær Søren Ryge Petersen kemur aftur til Føroya at gera sendingar, visti hann ikki at siga. Fyrst má hann finna spennandi fólk og evnir. Hann helt tó ikki at tað mundi fara at loysa seg at viðgera grindadráp. Tað er ov viðkvæmt, helt hann.
Tær ferðirnar sjónvarpsmaðurin higartil hevur verið í Føroyum, hevur ofta verið í januarmánaði. Altso ikki í vanligari ferðamannatíð. Ferð eftir ferð nevndi hann havið og brimið, og meðan vit ofta kalla sjógvin »ljótan«, tá hann er kargastur, segði hann seg kunna blanda estetikk upp í sjórokið um veturin.
Alt veldst um eygað, sum sær. Og gestsins eyga er eisini gløgt.