Øll tey smittaðu hava fingið boð. 1.471 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4.870 smittað við koronu, seks eru innløgd við koronu, harav fýra eru innløgd vegna koronu, og 20 eru deyð við koronu í Føroyum.
Nú eru færri fólk, sum kanna seg, men tað merkir so eisini, at fleiri av teimum, sum kanna seg, eru smittað. Soleiðis varð met sett í gjár í smittutrýsti, tí 41 prosent av teimum kannaðu vóru smittað.