62 milliónir mugu røkka

Tíðargrein:

Hví?

Júst tað orðið er eitt tað týdning-armesta innan tíðindaøkið.

Og nú tað eydnaðist kring-varps-stjóranum at leypa varg í politiska landslagið við hóttan-um um at taka tíðinda- og ítrótta-partin úr Sjónvarpinum, er orðið eisini væl hóskandi at seta.

Tí hví skal Kringvarpið fram um aðrar almennar stovnar fáa rætt at senda eina eykarokning til skattaborgaran?

Einasta svarið, sum higartil er komið, er at fíggjarætlanin annars gevur hall upp á fimm milliónir.

Júmen so fá hana at javnviga, kundu vit sagt.

 

Hava økt útreiðslurnar

Eitt er, at búskaparligi veruleikin í mest sum øllum førum ger tað neyðugt at vera meira pírin við pengunum.

Annað er eisini veruleikin, sum sigur, at Kringvarpið bein-leiðis hevur økt um útreiðslur sínar seinastu mánaðirnar.

Tað er neyvan komin sum ein skelkur, at metstóra Gekkainn-tøkan hevur verið bjargingar-pakkin í ár. Men kortini hevur leiðslan í Kringvarpinum beinleiðis økt um útreiðslurnar. Uttan at kenna tølini, so er nýggi leiðslubygnaðurin neyvan bílig-ari enn tann gamli. Og undir øllum umstøðum skal ikki stórt meira enn hønuvit til fyri at rokna seg fram til, at ein økt sendiflata eisini merkir øktar útreiðslur. Eisini Náttar-rásin, sum merkir eitt eyka gjald til donsku tónleikaum-sitararnar, Koda og Gramex.

Gangi út frá, at bæði rokn-skapardeild og leiðsla eru somikið kompetent innan taløkið, at tey longu í heyst vistu, at sparingar vórðu neyð-ugar. Og tað er tí ein beinleiðis roynd at nýta tummilskrúvur, tá stjórin nú í desember hóttir við somikið stórum skerjingum av sendiflatuni í rakstrartunga sjónvarpspartinum, at tað bert verður Speki og onkur hissini mentanarsending, sum kemur livandi gjøgnum plenuklipp-aran. Ein mannagongd, sum kundi týtt upp á vánaliga leiðslu, ella kanska tænir hetta eini heilt aðrari dagsskrá.

 

Tillaga útreiðslurnar

At tað kann kosta starvsfólk, um játtanin ikki røkkur, eigur sum so heldur ikki at vera nakar skelkur. Veruleikin kring allan heim er, at starvsfólkini innan einstøku virkisøkini verða færri í tali. Ikki minst inn-an fjølmiðlaheimin, har tøkn-i-liga framgongdin í ólukku-mát hevur ført djúpar rationali-ser-ingar við sær kring allan heim. Snøgt sagt tí tær í dag ikki nýt-ist sama manpower til arbeiðið. Ella kanska er hesin parturin av tøkniligu menning-ini als ikki komin nær Sortudíki.

Annar máti kundi eisini verið at útveitt uppgávur hjá stovni-num í fría kapping. Hjá flestu húsarhaldum er veruleikin í øllum førum tann, at minkar tøka peningaupphæddin, so noyðist tú at spara. Tilboðini verða lisin eina ferð eyka, bilurin verður ikki skiftur heilt so ofta, og kanska sleppa klæðini at slítast nakað meira. Tað ræður um at húsast við tí, sum er til taks.

 

Blása við mjøli í munninum

Samstundis, sum Kringvarpið nú roynir at buldra á tangentar-nar, so politikkarar skulu óttast, at teir ikki longur sleppa á skíggjan, hevur Kringvarps-stjórin eisini aðra dagsskrá.

Nýggi bygnaðurin og seinasta starvssetanin leggur í øllum førum upp til, at almenni stovnurin við inntøkum oman fyri tær 60 milliónirnar um árið, nú vil út í knallharða kapping um lýsingamarknaðin.

Í breiðu semjuni, sum liggur handan nýggju kringvarps-lógina, varð annars staðfest, at lýsingainntøkurnar hjá stovni-num skuldu niðurlagast yvir eitt fimm-ára tíðarskeið. Sam-stund-is varð staðfest, at fíggjarligi parturin í hesum skuldi uppvigast.

Og í viðmerkingunum til lógina varð víst á, at tað í grannalondum er púrasta van-ligt, at er talan um Public Service stovnar, so verða hesir avmarkaðir í fíggjargrundar-lagnum. Hetta fyri at geva privatu miðlunum møguleika at hava eitt fíggjarligt grundarlag.

Breiða og greiða semjan í hesum var sjálvandi við í okkara roknistykki, tá Miðla-varpið í fjør gjørdi av at keypa Rás2, men higar til hevur breiða semjan so bert undir-strikað eitt politiskt ryggloysi, har tað tykist vera langt millum orð og gerð. Har eitt alment kringvarp fær allar teir fíggjar-møguleikar, sum privatu miðl-arnir mugu troyta fyri at liva, umframt at sama almenna Kringvarp eisini fær 60 milliónir í skattapeningi og tvangskravdum brúkaragjaldi.

Hóast vit á Rás2 ikki kunnu krevja lurtaragjald frá hvørjum einasta húsarhaldi í landinum, og hóast vit sjálvi mugu bera kostnaðin av sendinetið okkara, so er skrúvan enn í vatninum. Men á einum lýsingamarknaði, sum alt annað líka er í minking, og har vit umframt harða kapping millum allar privatar miðlar nú eisini kunnu vænta okkum knallharða kapping frá einum almennum stovni við eini árligari kapitalinnspræning upp á 60 milliónir, kunnu livilíkindi okkara gerast serstakliga trupul.

Men tað er kanska ikki so løgið, at politiski myndugleikin ikki torir at nerta hendan partin av Kringvarpslógini, har stovnurin í øllum førum ikki virkar eftir tí, sum semja var um. Flestu politikarar liva fyri at verða afturvaldir við kom-andi løgtingsval. Og nú tíðinda-deildir Kringvarpsins eru savn-aðar, er ikki lukkuligt hjá tí manni ella kvinnu, sum talar Róma ímóti. Tað prógvaði Helena Dam á Neystabø longu í gjárakvøldið. Har hon segði seg fara at arbeiða fyri at leggja eyka byrður á Føroya fólk fyri at skaffa fleiri pengar til Kringvarpið.

Míni ráð skulu verða til Anniku Mittún Jacobsen, klárar tú ikki at gera nakrar Dag og viku, Ítróttarsendingar og Gudstænastur um vikuna, so skalt tú gevast sum kringvarps-stjóri. Legg ikki fleiri byrður á Føroya fólk. Tú fært yvir 60 milliónir í inntøkum og eitt ókeypis sendinet, meir kann ein ikki forlanga í 2009. Rás2 klárar at hava eina sendiflatu koyrandi fyri 6,5 milliónir um árið, tá er sendinetið, lønir og peningur til íløgur íroknað.