7 føroyingar teknað seg til ferðaleiðaraskeið í Spania

25. februar høvdu 7 ungir føroyingar teknað seg til ferðaleiðaraskeið í Spania

Stórur áhugi var fyri kunnandi fundinum, ið Tora Tourist Traffic saman við Palle Højsholt frá danska felagnum Service & Co. hildu á Føroya Handilsskúla fyri stuttum. Og ásannast kann, at hesin fundurin hevur givið gott úrslit. Tí 25. februar høvdu 7 ungir føroyingar teknað seg til ferðaleiðaraskeið í Spania.


Miðalaldurin 21 ár

Á kunnandi fundinum varð sagt frá, at lættast var at gerast ferðaleiðari um ein var millum 19 og 30 ár. Hetta sæst eisini á aldrinum á teimum, ið hava teknað seg til ferðaleiðarskeið eftir hetta. Miðalaldurin á føroyingunum, ið hava teknað seg til ferðaleiðaraskeið, ið Service & Co. heldur í Spania, er nevniliga 21 ár. Tað eru 6 gentur og 1 drongur, ið hava teknað seg.


Pláss fyri fleiri

Palle Højsholt frá Service & Co. sigur, at fólk ikki skulu halda seg aftur at tekna seg til skeiðið, tí pláss er nevniliga enn. Hann sigur, at skeiðið, ið byrjar 13. apríl er við at fyllast, men møguleiki er at melda seg til skeiðið, ið hildið verður í september.

Palle Højsholt sigur, at ein væl kann tekna seg, sjálvt um eitt er eitt sindur eldri. Hann sigur, at um ein er ungur í sinninum og enn hevur ætlanir um at geva sær sjálvum avbjóðingar, so forðar aldurin ikki. Hann vísir á, at næmingar eldri enn 40 ár hava luttikið á onkrum av skeiðum hansara.


Takkar fyri bíðskapin

Palle Højsholt takkar fyri blíðskapin, honum varð sýndur, tá hann vitjaði í Føroyum fyri stuttum. Hann gleðir seg at geva skeiðluttakarunum úr Føroyum eina uppliving fyri lívið, og hann gleðir seg somuleiðis til at vitja aftur á Føroyum.