Í morgun vórðu 70 nýggj bátapláss tikin í nýtslu við Støðna á Argjum.
Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, beyð vælkomin.
Sverri Mortensen, elsti maður á Argjum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, kliptu snórin umborð á Argjabátinum.
Tað er stórur eftirspurningur eftir bátaplássum í Havn.
Høvuðsarbeiðstakari hevur Tórhallur Hansen verið, meðan fólk frá Tórshavnar Havn hava staðið fyri at leggja brúgvarnar út.
Samlaði kostnaðurin er góðar 5 mió kr, skrivar Tórshavnar Kommuna í einum tíðindaskrivi í dag.
Sjúrður Olsen helt fyri, at tá stóra útbyggingin av havnini uttanfyri eystara mola er liðug - 170.000 fermetrar út í Nólsoyarjørð - verður í øllum førum púra stilt í hylinum á Argjum.
- Onkur hevur havt á orði, at við hesum broytingum kann ov nógvur suður koma í hylinum. Eg vænti ikki trupulleikar av hesum, men eg kann í hesum sambandi upplýsa, at tá stóra útbyggingin av havnini uttanfyri eystara mola er liðug, verður í øllum førum púra stilt í hylinum, tað vísa allar aldu-simuleringarnar, sum gjørdar eru, segði Sjúrður Olsen.