- Hetta var ómetaliga vakurt gjørt av teimum.
Tað var fyrsta reaktiónin vit fingu frá starvsfólkinum á sjúklingahotellinum, Tórshavn í morgun, tá ið vit ringdu og fortaldu teimun, at Føroya Arbeiðarafelag hevur samtykt at stuðla teimum við nýggjum teldum.
Sum greitt er frá í aðrari grein her á síðuni, samtykti fundarfólki á aðalfundin í Føroya Arbeiðarfelag, einmælt at geva sjúklingunum á Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, nýggjar teldur til gávus.
- Vit áttu seks teldur, men eina náttina herfyri høvdu vit innbrot og tá vóru fimm av teldunum stolnar.
- Sostatt hava vit nú bara eina teldu eftir, sum øll skulu skiftast um at brúka. Í løtuni eru 70 sjúklingar á hotellinum, so tað er skilligt, at teldan er smábýtt.
Tí er tað ein ómetaliga kærkomin gáva, sum vit takka so miriliga fyri, sigur starvsfólkið á Hotel Tórshavn.
Tey siga, at annars verða teldurnar nógv brúktar og at tað tí var ein sera svárur missur, tá ið teldurnar vórðu stolnar.
- Sjúklingarnir brúka tey at samskifta við á sosialum heimasíðum, tær verða eisini brúktar til at senda og skriva t-brøv við, at lurta eftir radio og hyggja at sjónvarpið, tær verða brúkar til at bíleggja ferðaseðlar við og sjálvandi eisini at lesa bløð og føroyskar heimasíður at frætta tíðindi.
Les eisini greinina: Sjúklingar fáa gávu frá Føroya Arbeiðarafelag