700.000 børn kunnu doyggja í hungri

ST-barnahjálpargrunnurin Unicef biður nú altjóða flogfeløg um hjálp til at flyta teimum svøltandi í eystara parti av Afrika mat og aðrar neyðsynjarvørur. Fáa tey ikki hjálp nú, er vandi fyri, at 700.000 børn á Afrikanska Horninum fara at doyggja í hungri tær næstu vikurnar, sigur Unicef.

Stór flogfeløg sum Lufthansa, British Airways og Virgin hava longu latið flogfør til flutningin.

Vanliga verða neyðhjálparvørur fluttar við skipi. Tað verður eisini gjørt í hesum føri, at Steen Andersen hjá donsku Unicef-deildini sigur við danska kringvarpið, at Unicef tingast í løtuni við eitt danskt reiðarí um flutning. Men tað nøktar als ikki tørvin, sigur hann, og harafturat er flutningur við skipi drúgvur og dýrur. Tí biður Unicef nú flogfeløgini um hjálp.