Upprunaliga íløguætlanin hjá Bakkafrost frá juli 2013 varð dagførd í august 2014. Endamálið við íløguætlanini er at tryggja framhaldandi besta kappingarføri, lívfrøðiligan vøkstur, økja effektivitetin í framleiðsluni og minka lívfrøðiliga váðan. Íløguætlanin fyri tíðarskeiðið 2014-2017 er 1.370 milliónir krónur, harav væntast íløgur fyri umleið 550 milliónir krónur í 2015.
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar, saman við atgongdini til altjóða fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at gjøgnumføra stóru íløgurnar, sum eru fyri framman, sigur felagið í fráboðan í sambandi við úrslitið fyrsta ársfjórðingin í ár.
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði, meðan alivirksemið er kring oyggjarnar á 14 ymsum firðum.
Kryvjivirkini eru í Klaksvík og á Kollafirði, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 700 fulltíðarstarvsfólk.