72 fólk vilja útflyta føroyskan tónleik

Leiðarin fyri Tónleikaútflutningsstovuna verður settur í næstum

Stórur áhugi er fyri at gerast fyrsti leiðarin í nýggju Tónleikaútflutningsstovuni, ið bleiv sett á stovn í vár. Tá freistin at søkja starvið var úti fyrst í hesum mánaðinum vóru 72 umsóknir til starvið.

- Man kann róligt siga, at hetta er eitt starv, ið stórur áhugi er í. Men tað merkir eisini, at tað tekur longri tíð enn væntað at seta ein leiðara. Vit miðja eftir at seta hann fyrst í november, sigur Gissur Patursson, ið er formaður í stýrinum fyri Útflutningsstovuna.

Lýst hevur verið eftir einum nýggjum leiðara bæði í Føroyum og uttanlands, men formaðurin í stýrinum ynskir ikki at siga nakað um hvussu býtið er millum føroyingar og útlendingar, ið hava søkt starvið.

Heldur ikki kýnsbýtið av umsøkjarunum vil hann koma nærri inn á, men upplýsir kortini, at tað eru munandi fleiri mannligir umsøkjarar.

- Hóast tað eru nógvar dugnaligar kvinnur í føroysku tónleikavinnuni, so er hetta ein vinna við einum meiriluta av monnum. Og tað sæst eisini aftur í umsóknunum, har tað er munandi fleiri menn, ið hava søkt starvið, sigur Gissur Patursson.

Sambært starvslýsingini verður nýggi leiðarin settur fyri trý ár og verður starvsstaðið í Tøting í Syðrugøtu. Løn og aðrar treytir verða avtalaðar við Fíggjarmálaráðið.

Endamálið við Tónleikaútflutningsstovuni er at virka fyri at økja um útflutningin av føroyskum tónleiki og menna føroysku tónleikavinnuna.