8 mánaðar fyri manndráp av ósketni

Ungi bilførarin, sum koyrdi bilin, ið fyri góðum 15 mánaðum fór útav á Lambareiði, varð dømdur í Eystara Landsrætti mikudagin

15 mánaðar eru farnir síðani stóru bilvanlukkuna á Lambareiði, har tríggir ungir mans lótu lív. Bilførarin og ein ung genta yvirlivdu vanlukkuna.
Ungi maðurin, ið koyrdi bilin, varð í Føroya Rætti dømdur sjey mánaða fongsulsrevsing, men tók ikki við dóminum og kærdi hann fyri Eystara Landsrætt. Men har var ongin hjálp at heinta, tí dómurin ungi maðurin fekk frá Eystara Landsrætti var strangari enn dómurin frá Føroya Rætti, tí hesuferð varð hann dømdur átta mánaðar handan rimar. Hann er dømdur fyri manndráp og likamsløst av ósketni. Harafturat hevur ungi maðurin mist koyrikortið í fimm ár.
Bilførarin, ið onki sigur seg minnast frá hendingini, játtaði seg ikki sekan og kravdi frídøming.