80 mió at vinna næsta vikuskifti

Triðja leygarkvøld á rað var eingin vinnari í danska lottospælinum, og tað merkir, at samlaði vinningurin komandi vikuskifti er heilar 80 milliónir Nú ræður um at halda seg framat komandi vikuskifti. Tí tey, sum keypa ein lottoseðil frá Danske Spil, eru við í dráttinum um heilar 80 milliónir krónur. Og tað er púra óhoyrt.

Hetta er triði leygardagur á rað, at eingin rakar tey sjey vinnaratølini, og nú rýkur »jackpot«-vinningurn frá einum meti til annað. Í kvøld, leygarkvøld, var vinningurin annnars methøgur við 34 milliónum krónum, og tá eingin fekk tey sjey tølini á sama raði, verða hesar milliónirnar fluttar til komandi vikskifti. Tað merkir, at lottovinningurin er útvið 60 milliónir.

Men ikki nóg mikið við tað. jokarin, sum støðugt veksur, fann heldur ongan góðan í kvøld, so tær 15,6 milliónirnar rulla víðari til komandi vikuskifti eisini, og tá verður jokarin væntandi verdur 18 milliónir.

Superoptimisturin kann altso síggja fram móti einum samlaðum vinningi upp á útvið 80 milliónir ? um hann altso vinnur bæði lotto og jokara!

Lottotølini, ið vórðu drigin í kvøld, vóru: 1-3-12-15-18-22-31 og eykatalið var 8

Jokarin ljóðaði soleiðis: 0-6-7-0-8-0-1

Kelda: danskespil.dk