87 ár og nevndarformaður í Tavuni

Jógvan Elias Joensen hevur heilt síðan 1970 verið nevndarformaður innan føroyska fiskaframleiðslu.

87 ára gamli, Jógvan Elias Joensen í Leirvík, hevur heilt síðan 1970 verið nevndarformaður innan føroyska fiskaframleiðslu - fyrst í nevndini aftan fyri flakavirkið Frost og síðan í Tavuni í Leirvík, har hann framvegis situr á ovasta posti.

 

Jógvan Elias Joensen er sonur Hjalmar úr Leirvík og Thildu úr Miðvági, sum fingu tvey børn. Fyrst fingu tey ein Jógvan Elias, sum varð føddur í 1928, men sum eitt ára gamal í desember í 1929 doyði av meningitis. Nevndarformaðurin í Tavuni er soleiðis uppkallaður eftir beiggja sínum.

 

Sum ein av teimum fyrstu bygdardreingjunum í Leirvík tók Jógvan Elias Joensen realskúlaprógv í 1948. Eftir at hava lokið realskúlan, fór hann til Danmarkar, har hann fekk handilsprógv hjá Købmandsskolen í Keypmannahavn í 1954 og hægri handilsprógv hjá Niels Brock’s Handelsskole í 1956.

 

Í 1957 giftist hann Kristionnu Lervig, sum doyði í januar í 2011.

 

Kristianna var formaður í bygdarhúsnevndini heilt frá byrjan í 1981, og tað er ikki at taka munnin ov fullan av siga, at hon øll árini var ein ímynd av bygdarhúsinum í Leirvík, sum hon og maðurin saman við øðrum góðum fólkum í bygdini vórðu við til at reisa á føtur.

 

Jógvan Elias Joensen byrjaði sum ungur í skrivstovustarvi hjá P/F Poul Hansen heilsølu. Fyrstu seks árini var hann á deildini í Havn, og í 1960 flutti hann inn á Glyvrar at arbeiða, har hann gjørdist leiðari á eysturoyardeildini hjá Poul Hansen og var har í samfull 24 ár.

 

Deildin á Glyvrum læt aftur í 1990, og eftir tað arbeiddi hann nøkur ár fyri heilsøluna úr Leirvík, har hann og konan eisini róku matvøruhandil. Tilsamans var Jógvan Elias Joensen knýttur at P/F Poul Hansen í eini 35 ár.

 

Í stívliga 20 ár var Jógvan Elias Joensen eisini í nevndini hjá Norðoya Sparikassa, harav tey seinastu fýra árini sum formaður. Pápi hansara var ein av stovnarunum og í nevndini í flakavirkinum Frost, sum hevur røtur aftur til seinnu hálvu av fimmtiárunum.

 

Tá pápin doyr í 1966, verður Jógvan Elias valdur í nevndina í Frost, har hann gjørdist formaður í 1970 og verður verandi nevndarformaður heilt fram til 1994, tá Frost fer í søguna sum vanligt flakavirki.

 

Men, tað tók ikki langa tíð, til virkið í Leirvík byrjaði aftur.

 

Saman við trimum øðrum, Osmundi Justinussen, Ingvari Joensen og Jóan Magnusi Rasmussen, stovnaði Jógvan Elias Joensen gulllaksavirkið Tavuna, sum gjørdist ein verulig sólskinssøga, og øll árini síðan hevur hann verið nevndarformaður í felagnum.

 

Í blaðnum Vinna, sum er í VikuskiftisSosialinum í dag, er ein størri og áhugaverd samrøða við hin 87 ára gamla nevndarformannin í Tavuni, sum eisini er ein av eigarunum í hesum virki, ið breyt burtur úr nýggjum, og sum øll árini hevur havt avlop - og stundum stórt avlop - í rakstrinum.