90 Mikines-verk verða sýnd fram

Stóra framsýning við verkum eftir Mikines er í Danmark

Ein umfatandi framsýning við verkum eftir listamannin Samuel Joensen-Mikines kann í summar upplivast á Johannes Larsen Museet, ið liggur á Fjóni í Danmark.

 

Framsýningin hevur fingið heitið »Færøske billeder. Samuel Joensen-Mikines«, og umleið 90 verk eru á framsýningini. Tey koma frá privatum, søvnum, stovnum og øðrum í Føroyum og í Danmark. Eitt nú hevur Listasavn Føroya latið fleiri verk til framsýningina.

 

– Við framsýningini vil Johannes Larsen Museet vísa fram eitt týdningarmikið navn í norðurlendskari listasøgu við náttúruni og menniskjalívi í miðdeplinum, verður sagt um framsýningina.

 

Framsýningin hongur uppi fram til 26. september.

 

##med2##