Seinastu tveir dagarnar eru smittutølini dalað nakað, men í gjár var talið aftur høgt. Tí sambært nýggjastu tølunum hjá landslæknanum vóru tað í gjár 945 nýggir tilburðir staðfestir.
1550 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið.
Í løtuni eru 4.385 smittað við korona, 13 eru innløgd við korona, harav fimm eru innløgd vegna korona, og 24 eru deyð við korona í Føroyum.