970 fólk druknaðu

Ferjan "Le Joola" hevði loyvi at sigla við 550 ferðafólkum afturat manningini, sum taldi 55. Men myndugleikarnir í Senegal siga, at 1034 fólk vóru við ferjuni, tá hon sakk úti fyri gambisku strondini. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at 797 fólk vóru umborð á ferjuni, men seinni máttu myndugleikarnir viðganga, at teir høvdu gloymt, at 185 ferðafólk vóru komin umborð í einari havn, sum ferjan hevði verið í á vegnum norðureftir, og at teir eisini høvdu gloymt at talt manningina við.

Bara 64 fólk sluppu frá vanlukkuni á lívi. Millum teirra, sum druknaðu, var ein 25 ára gomul norsk kvinna.