A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrra av tveimum venjingardystum, sum eru á skránni næstu dagarnar.
Ikki færri enn átta spælarar, ið møguliga kunnu fáa sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum fyri Føroyar, eru við í hópinum, nú tveir venjingardystir eru á skránni.
Magni Mohr er kropsligur venjari hjá manslandsliðnum, og hann letur sera væl at stignum, sum okkara spælararnir eru á, og at føroyska liðið í nógvum føri eru á hædd við onnur evropeisk landslið.
Í morgin, mikudagin klokkan 17:00 spæla Kekkia og Føroyar á Andrúv Stadion í Olomouc, og leygardagin 19. november, somuleiðis klokkan 17:00, spæla Kosovo og Føroyar á Fadil Vokrri Stadion í Pristina.
FM1 er við á ferðini og sigur frá báðum dystunum.
##med2##