AB er nú frammanfyri TB

Síðani TB á heimavølli vann 1-0 ímóti AB hevur tað verið sannlíkt, at tað næsta ár skulu verða tvey lið úr Suðuroy í bestu fótbóltsdeildini, og at argjamenn skuldu halda fram eitt ár aftrat í næstbestu deildini.

Í dag er aftur vent í holuni. TB vitjaði næstbesta liðið hjá HB, sum er illa spert í botninum, og úrslitið var, at HB vann 2-1. Einki mál varð skorað í 1. hálvleiki. TB varð undirmannað eftir eitt korter, tá ið málverjin Ivan Stoikovic varð rikin av vølli, men kortini eydnaðist tað Tóri Mortensen tíðliga í 2. hálvleiki at leggja TB framum. Sum 2. hálvleikur leið fótaði heimaliðið sær, og innskifti Jógvan Skeel Nolsøe gjørdist dagsins maður, tá ið hann bæði javnaði og skoraði HB sigursmálið, sum ber við sær, at HB hevur togað seg upp um niðurflytingarstrikuna.

At tað kiksaði hjá TB bar nýggjan møguleika við sær hjá AB, og argjamenn tóku av. Teir høvdu vitjan av EB/Streymi, sum varð sent av Argjum við 6-0 tapi. AB og TB hava bæði 55 stig, men málmunurin hjá argjamonnum er betur. AB hevur + 47 í málmuni, og TB hevur +41 í málmuni.

Skála vann í dag 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi, og NSÍ vann 3-1 á 07 Vestur.

Fyrr í dag varð tað greitt, at FC Suðuroy næsta ár skal spæla í bestu deildini. FC Hoyvík megnaði ikki at manna lið, og harvið tryggjaði FC Suðuroy sær uppflyting við 3-0 sigri – uttan at spæla.

 

Støðan eftir 25 umfør

FC Suðuroy 64

AB 55

TB 55

NSÍ 41

Skála 40

Víkingur 31

EB/Streymur 28

HB 27

FC Hoyvík 26

07 Vestur 0

 

26. umfar

Leygardagin 15. oktober klokkan 15.00

07 Vestur-HB

Víkingur-AB

FC Hoyvík-EB/Streymur

TB-NSÍ

Skála-FC Suðuroy