FS Vágar04 er longu sent úr kappingini um Løgmanssteypið, og argjamenn fara at halda fram.
AB vitjaði á leygardagin Valloyrini í Sandavági, og Rúni Nolsøe og hansara menn fóru til hús við 2-1 sigri. Allan Mørkøre setti hol á við frísparksmáli 74. minutti. Elfinn Ørvarodd javnaði í 78. minutti eftir deyðbólt í høgru, men í 89. minutti skoraði Jón Brekku sigursmálið eftir innlegg úr høgru og til handara stólpa.
AB skal í 2. umfari, sum verður leygardagin, spæla á Skála.