AB misti ímóti grannunum

AB-HB: Í kvøld hevði AB møguleika at leggja seg upp á síðuna av toppliðnum í 1. deild, FC Suðuroy, men tað miseydnaðist. Favorittarnir í AB høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá HB, og havnarmenninir fóru heim um aftur ánna við einum stigi.

Úrslitið var 2-2, eftir at hálvleiksstøðan var 2-1 til AB.

HB legði seg annars á odda við brotssparki, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Málskjútti var Hallur Hansson. Miðskeiðis í 1. hálvleiki skoraði AB tvær ferðir innanfyri tveir minuttir. Málskjúttar vóru miðvallarveteranurin Milan Kuljic og so Alex Mellemgaard,

Seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamalur, tá ið HB javnaði til 2-2. Málskjútti var Jógvan Andrias Nolsøe.

Hóast argjamenn ikki megnaðu fulla úrtøku, so er AB á uppflytingarplássi. FC Suðuroy er oddalið við 34 stigum, og AB er næstfremst við 32 stigum ella sama stigatali, sum TB hevur. Málmunurin hjá AB er +27, og málmunurin hjá TB er +26.

HB heldur summarfrí undir niðurflytingarstrikuni. 07 Vestur er aftast við ongum stigi, og HB er næstaftast við 14 stigum, einum stigi færri enn EB/Streymur og Víkingur hava.