Stutt fyri klokkan 19 endaði fundurin millum floksformenninar í Javnaðarflokkinum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum. Nú verður farið undir realitetssamráðingar
Dagført kl.1930
Alt meira bendir á, at sitandi samgonga heldur fram. Í øllum føri er nú greitt, at samgonguflokkarnir fara undir veruligar samráðingar um at halda fram við ABC-samgonguni. Realitessamráðingarnar byrja klokkan 10 fyrrapartin í morgin.
Enn er kortini ikki greitt, hvør skal leiða samgonguna ? hvør skal vera løgmaður, heldur ikki er greitt enn, hvussu verður við málsøkinum.
Men tað liggur í kortinum, at Jóannes Eidesgaard heldur fram sum løgmaður.
- Flokkarnir hava ymsar valskráin, og tí eru sjálvandi snávingarsteinar eftir. Men hurðar eru lætnar upp í dag, sum ger tað møguligt at koma víðari, sigur Jørgen Niclasen við Rás2.
Ein snávingarsteinur er sambært Jørgen Niclasen, hvussu langt á sjálvstýrisleið samgongan skal flyta seg komandí fýra árini.
- Vit hava sprongt og planerað, nú er eftir at byggja húsini, sigur Kaj Leo Johannesen við Rás2.
Flokkarnir eru enn ikki komnir til at býta málsøki millum sín.
- Men vit mæla til at kortini nú verða blandað av nýggjum, sigur Kaj Leo Johannesen við Rás2.