FUNDURIN, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipaði fyri í Útvarpshøllini mánakvøldið og somuleiðis eykalandsfundurjavnaðarfloksins í Trongisvági í vikuskiftinum, kunnu sigast at verða startskotini til valstríðið.Evnið var loysing kontra ríkisfelagsskap
EIN kann nú spyrja, um hetta verður høvuðsevnið til komandi val. Okkurt kundi bent á tað, nú vit í eina tíð hava sæð eina polarisering millum samband og tjóðveldi og nú javnaðarflokkurin eisini vil vera við í hesum orðaskiftinum- men har hann leggur seg millum báðar polarnar. Soleiðis sum viðurskiftini hava útviklað seg millum Føroyar og Danmark seinastu árini er ringt at koma uttan um eina slíka polarisering og har evnið er nettup støða okkara til ríkisfelagsskapin.
HAVA vit bankakanningina í huganum í hesum samanhangi er greitt, at hon fer uttan iva at hava stóra ávirkan á komandi valúrslit, bæði til løgting og fólkating og uttan mun til hvønn veg eitt úrslit gongur. Skuldi tað hent, at kanningin ikki fer at ganga føroyingum á møti, so verður hetta eitt val um viðuskifi okkara við Danmark. Ein kann næstan loyva sær at siga, at verða danir fult og heilt reinsaðir í hesi kanning, so kann hetta blíva til eitt sokallað loysingarval. M.a. kann hugsast, at mong av teimum ungu, sum ikki tykjast at hava serligan áhuga fyri politikki í hvussu er eftir uppmøtingini í Útvarpshøllini at døma, fara at leypa uppá loysingarvognin - uttan at geva sær far um teir mongu vandar, sum vitturliga lúra, um kappað verður á stokkinum her og nú.
SAMBART úttalilsinum hjá formanni javnaðarfloksins bæði á eykalandsfundi og nú eisini á valfundinum í Havn mánakvøldið, so ætlar javnaðarflokkurin at finna den ?gyldne mellemvej? og harvið royna at tryggja, at vit fyri tað fyrsta ikki endað í sambandsleypinum, har nærum alt skal vera tað sama sum tað hevur verið í viðurskiftunum við Danmark - og harnæst ikki enda í bjargingarbáti rekandi til havs.
EITT fyri føroyingar sera negativt úrslit av bankakanningini kann tí í veruleikanum vera eitt sera kærkomið høvi hjá teimum loysingarhugaðu her á landi til at kvetta við Danmark - uttan at hugsa um fylgjurnar av hesum. Ein kann tí siga, at tað hvílir ómetaliga stór ábyrgd á teimum, sum skulu gera niðurstøðu í bankakanningini. At hetta málið so nakrantíð er komið so langt sum til at neyðugt er at kanna allar umstøðurnar rundan um bankabjarging ol. kunnu vit fyri ein stóran part ?takka? donsku javnaðarstjórnini fyri. Hevði hon lurtað betur eftir sínum partamonnum í Føroyum og annars føroyskum politikarum sum heild, so høvdu vit ikki eina støðu í dag, har kanska eitt stórt tal av fólki - av misnøgd síni við nettup taklingini hjá donsku stjórnini av Føroyum - velur loysing. So tjóðveldisfólk og loysingarfólk kunnu takka Nyrup og hansara fólkum fyri tað viðgongd, sum tey hava í dag.
JAVNAÐARFLOKKURIN vil finna millumleiðina eins og hann hevur gjørt so mangan áður. Hann sær vandar í teimum ekstremu sjónarmiðjunum men heldur samtíðis, at vit sum partur av einum útviklingi eiga at laga okkum til broyttu umstøðurnar. Heimastýrislógin á sinni var eitt stig fram móti størri sjálvbjargni. Ætlanin við hesum nýggja tiltaki floksins er aftur eitt nýtt stig fram móti sama endamáli. Skulu vit fara trygt inn í næstu øld má tað vera í samvinnu við aðrar, og soleingi sum okkara búskapur er so ótryggur ber ikki til at fremja nakra loysing her á landi. Tíðin er komin til eina ajourføring av viðurskiftunum við Danmark. Hvørki meira ella minni. At tosa um loysing í eini tíð, har búskapurin er í so ringum standi, har sosialu skipaninar ikki røkka til osfr. er ábyrgdarloysi. Men at miðja ímóti at gerast meira sjálvbjargin og at fáa meiri virðilig og jøvnsett viðurskifti við restina av ríkinum er avgjørt rætti vegurin. Men ein treytin er so eisini tann, at danir vísa ein góðan vilja. Vónandi ber til við úrslitinum av bankakanningini at bøta um viðurskiftini millum hesar partar av ríkinum.