Møguleikarnir verða nú kannaðir fyri at leggja fleiri stovnar saman við Landsverk, og soleiðis at gera Landsverk til ein risa stovn, sum skal umsita at kalla øll ferðsluviðurskifti í Føroyum.
Tað er eitt tilmæli i eini frágreiðing, ein arbeiðsbólkur hevur nú hevur latið úr hondum um framtíðar virksemi hjá Landsverki.
Landsverk hevur longu ábyrgdina av vegum, tunlum og einum stórum parti av øðrum viðurskiftum.
Men skulu møguleikarnir eisini kannast, um tað er nakar fyrimunur í at leggja bæði Akstovuna, Ráðið fyri Ferðslutrygd, og Strandferðsluna, saman við Landsverki
Arbeiðsbólkurin sigur, at verða fleiri stovnar lagdir saman, kann tað hugsast ymiskt virksemi á stovnunum, hentleikar, vitan og starvsfólkahópur kunnu gagnnýtast betur enn í dag.
- Eitt annað endamál at leggja stovnar saman við Landsverki er at styrkja møguleikarnar at útveita, tí Landverk hevur longu í dag drúgvar royndir við útbjóðing og sáttmálastýring.
- Gongdin í okkara grannalondum er, at fleiri og fleiri uppgávur verða savnaðar á einum stovni, sum hevur ábyrgdina av landsvegakervi og samferðslu sum heild.
Eitt grundsjónarmið í bólkinum er, at í einum smáum samfelagi sum tí føroyska er sum heild umráðandi, at almennir stovnar ikki gerast ov smáir.
- Hjá smáum almennum stovnum er torført at varðveita servitan og dugnalig starvsfólk, og stórur vandi er fyri, at servitan tá verður spjadd á ymiskar stovnar ella í ringasta føri fer heilt fyri skeyti, sigur bólkurin.
Eisini er vandi fyri, at dygdin á til óggávuarbeiði, sum verður gjørd á stovnum, verður ymisk, og tað er óheppið fyri borgarar og vinnulív. At stovnar hava ávísa stødd og ein ávísan starvsfólkahóp skapar eisini betri møguleikar fyri tvørfakligum samstarvi innanhýsis á stovnum og millum stovnar.
Arbeiðsbólkurin sigur, at tað er eitt ávíst samanfall ímillum uppgávurnar hjá Landsverki, Akstovuni, Ráðnum fyri Ferðslutrygd og Strandferðsluni, tí allir fúra stovnarnir fáast við ferðslu, samfersðlu og ferðslutrygd av ymsum slagi.
Og verða stovnarnir lagdir saman, fer at bera til at gagnnyta hentleikarnar, sum eru kring landið, betri enn í dag.
Arbeiðsbólkurin heldur eisini, at Ráðið fyri ferðslutrygd hevði fingið sín boðskap um ferðslutrygd betri fram, vórðu kunningarátøk hjá ráðnum samskipað við kunningarátøk hjá Landsverki.
- Eisini hevði helst borið til at spart nakað av umsitingarútreiðslum og møguliga eisini í skrivstovuhaldi og hølisnýtslu.
Og verður Strandferðslan løgd saman við Landsverki, ber til at fáa fyrimunir av stórrakstri og kanska fer tað at bera til at spara í umsitingini og í skrivstovuhaldi og hølisnýtslu.