Útlendingar skulu eftir ætlan hava staðið eina føroyska málroynd á einum ávísum stigi, áðrenn teir kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.
Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari upp á ein grein 52a-fyrispurning frá Hermanni Ronnason Samuelsen, løgtingsmanni.
– Í løtuni verður arbeitt við einari nýggjari útlendingalóg fyri Føroyar, har ætlanin er at herða treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, skrivar landsstýrismaðurin.
Ein partur av herdu treytunum verður sambært svarinum, at útlendingurin skal hava staðið roynd í føroyskum sum annaðmál á einum ávísum stigi.
Eingin málkrøv við familjusameining
Í dag eru í høvuðsheitum tveir bólkar av útlendingum, sum kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.
Annar bólkurin er útlendingar, sum eru komnir til Føroya við familjusameining og hava fingið fyribils uppihaldsloyvi við atliti at varandi uppihaldi.
Hin bólkurin er útlendingar, sum hava fingið fyribils uppihaldsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum, og familjur, sum eru komnar við teimum.
Útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi eftir reglunum um eitt nú familjusameining, kunnu eftir umsókn fáa varandi uppihaldsloyvi, tá teir hava búð lógliga í Føroyum í meira enn trý ár.
Í hesum førum verða í dag eingi krøv sett um føroyskan málførleika.
Tað er tó ein grundleggjandi treyt, at útlendingurin framvegis lýkur treytirnar fyri upprunaliga uppihaldsloyvinum.
Harumframt kann ein útlendingur ikki fáa varandi uppihaldsloyvi, um viðkomandi hevur meira enn 97.436,38 krónur í skuld til tað almenna. Undantak kann gerast, um avtala er gjørd um at gjalda skuldina aftur, og avtalan verður hildin.
Sjey ár hjá arbeiðsfólki
Fyri útlendingar við arbeiðsloyvi og familjur teirra er mannagongdin øðrvísi.
Tað hevur í nógv ár verið føst siðvenja hjá útlendingamyndugleikunum, at fólk í hesum bólkinum kunnu søkja um varandi uppihaldsloyvi, tá tey hava búð lógliga í Føroyum í meira enn sjey ár.
Tey skulu í einari integratiónssamrøðu vísa á, at tey hava ognað sær kunnleika í føroyskum máli umframt vitan um føroyska mentan og føroyska samfelagið.
Henda siðvenjan kom upprunaliga í lag eftir ynski frá Føroya landsstýri. Áðrenn tað høvdu útlendingar við arbeiðsloyvi og familjur teirra ikki møguleika at fáa varandi uppihaldsloyvi.
Einki ávíst inntøkukrav
Tað er ikki ein treyt fyri varandi uppihaldsloyvi, at útlendingurin ella persónurin, sum viðkomandi er familjusameindur við, hevur eina ávísa inntøku.
Tó eru ymisk krøv um, at fólk skulu kunna uppihalda sær sjálvum og familju síni fíggjarliga. Krøvini eru treytað av, um umsøkjarin frammanundan hevur uppihaldsloyvi vegna familjusameining, arbeiði ella sum samfylgjandi familja.
Jacob Vestergaard upplýsir ikki í svarinum, nær uppskotið um nýggja útlendingalóg verður lagt fyri Løgtingið.











