FSF skrivar:
- Tað verður Heini Viðoy, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið hjá monnum, sum verður á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 19.
——————
Nógvur steypafótbóltur verður á Tórsvølli næstu dagarnar, og hósdagin, fríggjadagin og leygardagin eru íalt fýra finalur á skránni.
Lagt verður fyri hóskvøldið klokkan 18:00, tá U15 dreingirnir hjá HB og Víkingi møtast, og fríggjadagin klokkan 18:00 verður finalan í steypakappingini hjá U16 gentum, sum í ár verður millum HB og KÍ.
Leygardagin eru tvær finalur á skránni. Klokkan 14:00 bresta Víkingur og HB saman í finaluni í steypakappingini fyri U18 dreingir, og seinni um kvøldið, klokkan 19:00 verður slagið um Løgmanssteypið hjá monnum, sum – aftur í ár – verður ímillum Víking og KÍ.
Dómari í finaluni verður Heini Viðoy, og at hjálpa sær fær hann Jørleif Djurhuus og Djóna Jacobsen, og fjórði dómari verður Dagfinn Forná. Dómaraeygleiðari verður Regin Egholm, og eyka fjórði dómari verður Marner Forná Olsen.
Atgongumerki til steypafinaluna hjá monnum og ungdómsfinalurnar fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.
Atgongumerki til ungdómsfinalurnar er galdandi fyri allar finalurnar hjá teimum ungu, og er eisini ein lutaseðil. Vinningurin er tvey atgongumerki til heimadystirnar hjá manslandsliðnum í heyst, og tvær landsliðstroyggjur. Vinnarin verður kunngjørdur mánadagin 21. septembur.
Finalan í minnu steypakappingini hjá kvinnum verður spæld mikudagin 16. septembur, finalan hjá U21 verður hósdagin 17. septembur, og leygardagin 19. septembur eru finalurnar hjá U13 dreingum, U13 gentum og finalan um Løgmanssteypið hjá kvinnum á skránni. Skrivar FSF.











